Ongi úrslit

Minningarorð um mammu okkara Ingibjørg Mørk

Levi Mørk
6 tímar síðan

Okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Ingibjørg Mørk í Vági, er farin í annan heim, 81 ára gomul.

Tað var sera tung fyri okkum øll systkin og fyri ommu og langommubørnini, fleiri onnur við, nú okkara høgt elskaða mamma Ingibjørg Mørk andaðist 3 novembur, 81 ára gomul.

Somuleiðis er sera tómligt her í grannalagnum, nú 4 av okkara næramstu eru farin heim til Harran, innan stutta tíð, ja, nú er tómligt Vesturi í bø. Hetta merkist serliga nú jólini eru teir komandi dagarnar.

Hinvegin var stysti dagur í fyrradagin, - vónandi fer tað eisini alt at síggja ljósari út - eisini hjá okkum avvarandi í sorgini, men minnini um teg, góða mamma, goyma okur væl í okkara hjørtum.

Hesa jólahøgtíðina, eins allar aðrar dagar, gleddi tú teg, serliga nógv til jólini.

Tú elskaði jólini. Tú gleddi teg eisini til, at sleppa heim av sjúkrahúsinum til hesu jólini.

Men, fyrst skuldi tú vera útskrivað av sjúkrahúsinum, har tú longu í septembur og í oktobur legði ætlanir um hesu jólini.

Tú elskaði jú, at hava øll tínu kæru rundan um teg, kanska mest um jólahøgtíðina. Soleidis skuldi tað tíverri ikki vera hesuferð, góða mamma.

Tað er ein stór sorg hja okkum øllum, at tú ikki er her meira. Serliga hesa fyrstu jólini uttan teg, er alt meira kensluborið og saknurin er ikki ordligan gingin upp fyri okkum enn.

 Mamma, eg skal heilsa og siga tær, at allar tínar elskaðu nissur eru settar upp og ikki at gloyma framúr jólapyntið hjá tær, er eisini komið uppá stás, akkurát sum tú hevði gjørt tað, góða mamma.

 Tollasksmessudagur er eisini í dag. Dagurin í dag er fyri okkum, eisini ein serligur dagur. Tí í dag hevði pápi okkara, Eyðfinn Mørk, fylt 80 ár. Føðingardagurin hja honum hevur altíð verið hátíðardagur heima hja okkum Tollaksmessudag.

Pabba elskaði, at halda føðingardagin hjá sær, har okur øll í familjuni hava verið um hann og mammu, fyri at hátíðarhalda føðingardagi hjá honum.

Pápi okkara Eyðfinn Mørk, andaðist 4 apríl 2023. Nú er tómligt í barnaheiminum hjá okkum, hóast tað, so verður onkur av okkum her um jólini.

Har okur eisini fara at minnast teg góði pabba í morgin, nú tú hevði fylt 80 ár.

Hesu jólini, eru eisini tey seinastu hjá mær, nok eisini tey seinastu jólini hjá okkum øllum í familjuni, sum vera hildin her í barnaheiminum í Vági.

Í grannalagnum eru okkara kæru grannar eisini farnir, t.e Adolf mammubeiggi okkara og konan Saloma. Ja, tey bæði, pabba og nú mamma okkara.

Øll eru farin innan fyri sera stutta tíð. Tað er tungt og merkist sera væl. Hóast mamma var sjúk, seinastu nógvu árini, so kom tað óvantað á okkum øll, at mamma okkara skuldi fara heim til Harran 3 novembur í ár. Hon var komin sær nokk so væl eftir sjúkralegu og var byrja, at venja seg uppaftur, eftir at hava sitið í koyristóli, síðani í vár. Tá var hon eisini komin nakað fyri seg, eftir sera kritiska sjúkralegu á Landssjúkrahúsinum í vár.

 Hóast hon hevði nógvar aðrar sjúkur at dragast við, so vónaði vit tað besta. Avgjørt var seinast í oktobur, at mamma okkara skuldi fara til uppvenjingar á Hamragarði, tí hennara støða var somikið væl betri.

 Hon kundi nú sjálv fara upp úr seingini við hjálp og brúkti ikki koyristólin meira og heldur ikki lyftu, fyri at fara upp úr seingini. Hon gekk eisini aftur við hjálp.

Tí var mælt til, at hon skuldi fara til uppvenjingar í eina tíð á Hamragarði. Hon var bert eina góða viku á Hamragarði, har hon ikki meira var komin, so byrjaði heilsan alvorliga at bila aftur hjá henni.

Hon bara versnaði og gjørdist verri fyri og tað gekk skjótt niður á bakka. Seinastu ferð hon sá sínu egnu hús t.e okkara barnaheim, (sum hon og babba bygdu til okkum í 1968), var gjøgnum eitt vindeygað av Hamragarði, hetta var dagin áðrenn hon var innløgd.

Har vildi hon hava meg, at koyra seg ein túr, hóast hon var sera illani fyri. Hon vildi hendan seinasta túrin í koyristólinum á Hamragarði. Hettar var eisini seinasti túrurin í koyristólinum og seinasti koyritúrurin við sjúkarbilinum, hjá henni var dagin eftir, hin 28 oktobur, har hon var koyrd aftur til Suðuroyar Sjúkarhús.

Mamma varð innløgd 28 okt, og støðan bara gjørdist verri og hon andaðist hin 3 november á Suðuroyar Sjúkrahúsið, við øllum sínu mongu kæru við sína lið.

Hettar var ein sera tungur dagur at koma ígjøgnum. Hóast mamma var 81 ár, nú hon doydi, so var hon ongantíð gomul, í okkara hugaheimið.

Hon var so lætt uppá sinn og altið við gott mót og hevði lætt til eitt smíl. Hon tók øll onnur frammum seg sjálva og setti okkum og onnur í hásæti fyrst, og har hon gav okkum øllum, kærleika og umsorgan.

Somuleiðis var hon altíð ein fyrikomandi persónur ímóti øllum fólkum og segði ongantíð eitt skeivt orð um nakran. Hon var eitt lívstykkið av aðrari verð.

Hon var altíð í góðum lag og elskaði at liva. Hon hugnaði um okkum øll og var góð við øll menniskjur. Hon var eisini eitt sosialt og stuttligt menniskja.

Hon dugdi væl at siga frá og var hugnalig at vera saman við. Hon elskaði tónleik og lá seinastu tíðina altíð við ipaddinum og lurtaði eftir andaligum tónleiki.

So elskaði hon, at hyggja eftir andaligum sendingum og eftir filmun, serliga spenningsfilmar dámdi henni væl at hyggja eftir.

Okur 8 systkin høvdu ein sera góðan og umsorgarligan uppvøkstur. Mamma var heimagangandi, tá ið okur øll 8 systkin komu til verðina og har hon uppaldi og tók sær av okkum.

Tað uppgávuna megnaði hon til fulnar. Mamma dugdi sum eingin annar alt húsligt arbeiði og at halda heimið hugnaligt og reint. Seinastu tíðina, gjørdi hon eisni nógv bindiarbeiði, har hon gjørdi teppir, til fleiri av teimun nærmastu.

Hettar var eisini nakað hon gekk høgt uppí. Pápi okkara, sum altið var nógv burtur sum fiskimaður og forsyrgdi okkum, og hann var sjálvdan heima, tá ið okur vóru smábørn.

Sjálvandi vóru mangir munnar at metta og tætt var ímillum okkum 8 systkini. Pápi okkara, sum umframt, at vera fiskimaður í mong harrans ár.

Hevði hann seinni lastbilavinnu o.a, harvið syrgdi hann fyri at einki skuldi vanta í húsarhaldinum. Heima var mamma og stákaðist og hugnaði um okkum øll.

Har hon eisini dugdi sera væl at binda og har komu mong pløggini frá henni.

Hinvegin var næstan einki keypt inn, tá okur vóru minni og tannáringar, tí okur vóru sjálvbjargin við øllum føroyskum mati, sum bæði serliga pabba syrgdi fyri, har manglaði ongantíð nakað.

Men tað var eisini væl ansa eftir, so at alt skuldi strekkja til gjøgnum árini. Gleðisløturnar vóru sjálvandi tá pápin kom heim úr New Foundlandi, har okur dreingirnar fingu nýggjar spælibyrsur, bilar og genturnar fingu dukkur og smyrsl vm.

Tvær ferðir um árið var keypt fínt stást til okkum 8 systkin. Tað var til jólar og á páskum. Hinvegin vantaði vit, sum nevnt einki sum børn. Alvilda, omma okkara var okkum ein sera góð hjálp í okkara heimið, ja gjøgnum okkara uppvøkstur og var hon eisini eitt vælsignað gott og umsorgarligt menninskja.

Eins mamma var Alvilda omman, altíð glað og gott tilpassar. Okur hava sannliga nógv at takka henni fyri. Eisni vóru løturnar góðar og stuttligar, tá Jens abbin var barnagenta her hjá okkum.

Mamma okkara var fødd 08.12.1944 og hon er doypt Ingibjørg Olivia Jonna Petrea Joensen (seinni keypti tey sær staðarnavnið Ryggshamar í Vági til eftirnavn).

Mamma vaks upp vesturið við Vatnið í Vági á Vallarajørð. Hon er dóttur Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.

Mamma er yngst av seks systkjum og er einasta genta. Eisini var mamma nevnd Diddan av teimun eldru í familjuni.

Hetta kom ivaleyst av, at hon var einasta genta og yngst av øllum systkjunum. Hini systkini eru Leivur, Vilmund, Adolf, Jógvan og Bresti. Tað syrgiliga hendi, at Leivur druknaði í Klaksvík, hann var bert 24 ára gamal tá; hetta hendi miðskeiðis í 50 - árunum.

Bæði Leivur systkinabarn mítt og eg eru uppkallaðir eftir Leivuri, mammubeiggja.

Tíverri eru eisini aðrir sorgarleikir í familjuni, nýggjari tíð, sum eisini hava sett sínu djúpu spor, fyri teg góða mamma, pápa og fyri okkum øll í familjuni.

Mamma og pápi møttu hvørjum øðrum fyri fyrstu fer á Bakkanum í Vági, tá var mamma bert 15 ára gomul og pápi var 14 ár. Um hetta mundið var Bakkin, sum Hans Jacob Hjelm sáli, átti, eitt tilhaldsstað fyri ungdómin í Vági.

Somuleiðis plagdi pápi okkara, at eygleiða mammu, frá húsinum hjá Helenu og Arnhold Hjelm, tá ið hon kom gangandi oman eftir Krosslabrekku.

Hetta var eftir arbeiðsdagar, har hon var sum húsgenta hjá Petrur Dahl (Spar) við familju.

Pápi okkara var nógv inni hjá mostur sínari Helenu Hjelm, sum ótviti og ungur. Nok har, hann fyrst hevur fingið eygað á hesa vøkru og fittu gentu, sum kom spákandi oman og niðan gjøgnum Krosslabrekku. Mamma giftist við pápa okkara Eyðfinn Mørk av Tvøroyri, sum er sonur Hjørdis Mørk og Martin Berg.

Mamma og pápi giftust 2. januar 1965. Tey fluttu út í Toftalíð at búgva saman við langommuni Julionnu Hovgaard (fødd Larsen, ættað av Eiði), sum var gift við Adolf Hovgaard, langabba mínum sum var ættaður úr Hovi.

Bert tríggjar mánaðir eftir vígsluna, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi heim teirra í grund. Tey mistu alt, sum høvdu fingið í brúðargávu, men til Guds undur sluppu tey øll frá tí við lívinum.

Jens bróður var bert 2 ár tá. Í 1968 bygdu tey sær egin hús vesturi á Vallarajørð í Vági. Foreldrini fingu okkum 8 systkin; Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni.

Tað er sera tætt ímillum okkum øll, og her kann nevnast, at tað bert er 11 mánaðir millum Heidi og Mortan. Vit gingu sjey av okkum í fólkaskúla í senn. Tað var ofta strævið hjá foreldrinum, men hetta megnaði tey eisini til fulnar.

Pápi fór til sjós sum aðrir føroyingar flest á ungun aldri, pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárinum.

Seinni legðist hann upp á land og arbeiddi sum arbeiðsformaður á Suðurfisk í Vági. Eftir tað hevði pápi egna lastbilavinnu, avgreiðslu hjá Restorfs Brýggjarí og seinastu árini arbeiddi hann sum umsjónarmaður hjá Vágs kommunu, eitt skifti var pápi bilførari hjá Nærverkinum á verkstaðnum inni á Bakka, og hann sat í Vágs býráð í 23 ár frá 1985 til 2008.

Mamma hevur mest sum alt lívið verið heimagangandi, ansa okkum, givið okkum, kærleika, nærleika, umsorgan og tryggleika, tá ið tørvur var á tí; meðan pápi var tann sum syrgdi fyri at matur kom á borið.

Eg minnist nógvar góðar søgur gjøgnum barndómin. Vit spældu sum børn »Við Vatnið«, og pápí smíðaðu okkum »flakar«, meðan mamma syrgdi fyri at hava turr klæði til okkum, tá ið vit komu av vatninum aftur, oftani fleiri ferðir um dagin.

Tá vóru ikki nakrir barnagarðar ella pedagogar sum í dag, men okur høvdu jú teg mamma og pápa, tá ið hann var heima, og tú okkara kæra mamma, megnaði sum eingin annar at halda hús, heim og børn.

Vit høvdu ein góðan barndóm, har var stórur gleði at vera heima og vit føldi okkum sera trygg og væl, sum børn, Hetta var eisini galdandi, við ommu og abbabørninum.

Sama var við langaabbabørninum, sum eisini eru fleiri í tali. Tey komu altíð inn á gólvið í barnaheiminum, tað frøddi teg góða mamma og pabba við. Ja, altíð hevur barnaheimið staðið opið, fyri øllum, har hevur verið hjartarúm sum tað forslær.

Hetta góða lyndi og umsorgan sum mamma hevði haldi eg var, eftir mammu sínari Alvildu ommu, sum hevði eitt heitt og stórt hjarta til øll onnur fólk. Hetta sermerkti eisini teg og tú gav fyrst øðrum, áðrenn tú hugsaði um teg sjálva.

Einaferð minnist eg, tá í bindiklubbur var, at eg goymdi meg aftan fyri sofuna í stovuni hjá okkum. Har hoyrdi eg alt tað, sum eg ikki skuldi hoyra.

Eg haldi, at Daniella í Kálhaganum legði merki til mín, og harvið gekk leiðin hjá mær skjótt inn í kamarið at sova. Ja, tað mangan stuttligur og góðir dagar.

Mamma hevur eisini havt nógvar vinkonur gjøgnum øll árini. Í sínum ungum árum var Anna hjá Elsu, Marita hjá Herdis á Beytinum, Jórun í Kalhaganum, hennara bestu vinkonur.

Eisini vóru Elisabeth hjá Miu og Eliesar á Oyri og mamma vinkonur. Hettar var um tað mundi, tá ið mamma og tey bygdu húsini í 1968, tað er tí heldur ikki løgið, at Elisabeth gjørdist gumma mín í februar 1969. Seinni eru nógvar aðrar vinkonur komnar gjøgnum árini. Mamma elskaði at fara til og at hava bindiklubb, seinasti bindiklubburin vardi í 35 ár. Har vinkonunar Doretha, Gudrun, Margreth, Anna, Jóna, Greta, Almona og Alfrida, og aðar við gjøgnum árini, hugnaðu sær óført øll hesu árini.

Seinast árini har heilsan bilaði hjá mammu, syrgdi okkara systrar fyri, at rigga til við reingerð og við mati, so mamma kundi halda bindiklubb. Tað hava systrar mínar eisini gjørt, nú í mong ár, meðan heilsan var farin at bila hjá foreldrunum.

Allar systrarnar hava somu eginleikar, sum mamma sjálv, tær eru sera raskar og dugnaligar innan nógv økir. Mamma hevur ikki bara verið heimagangandi.

Hon var í sínum ungum árum til arbeiðis á telefonstøðini í Vági, har hon var telefonboð. Eftir hetta var hon arbeiðsgenta í 2 ár í húsinum hjá Elsebeth Helenu og Jógvan Dahl við Krosslið í Vági.

Eisini arbeiddi hon við fisk hjá A/S J. Dahl í Vági og á Suðurfisk, og sum heimahjálp í nøkur ár. Tað eru nógvir barnadópir, barnaføðingardagar og konfirimatiónir, sum eru hildnir í okkara barnaheimi.

Her vóru serliga svigarindurnar hjá mammu, Hanna, Disan og Saloma, eisini vóru tað vinkonurnar Sólva, Frida, Marsanna sum hjálpti til tá. Nógv var jú um at gera og mangt seygakrovið úr Hovi, hevur verið til matna øll hesu árini.

Seinasta konfirmatiónin sum hildin var í barnaheiminum, var tá dóttur mín Lea var fermd í Vágs kirkju. Somuleiðis var eisni barnadópurin hja Ingibjørg dóttur mínari, hildin her fyri góðum 31 árum síðani.

Eisini hava aðrir barnadópar og føðingardagar verið hildin her síðani tá. Her hevur sum nevnt altíð verið hjartarúm og pláss fyri øllum.

Sjáldan var matur keyptur útifrá, nei døgurðamatin syrgdi pápi fyri, eisini tá ið nakað stórt skuldi haldast í húsinum hjá okkum.

Eisini hava pápi og mamma havt seyð og seyðahald í Hovi. Hetta var eitt stórt íkast til okkum gjøgnum árini, tí tað vóru nógvir munnar at metta. Eg minnist eisini á sum smádrongur, ta ið vit øll børnini fóru at ferðast í egnum landi.

Vit vóru bæði á Leynavatni, og á Kirkjuvatni í Famjin, har setti mamma og pápi eitt stórt “vilt telt” upp, og vit hugnaðu okkum úti í nattúruni. Ja, tú og pápi høvdu nógv yvirskot, hóast átta børn.

Eisini eitt skifti vóru eisini arbeiðsgentur her í húsinum, eg minnist serliga Helle Thomsen, Kirstin, Bodil, Heidi Andreasen og eisini var Solgerð Thomsen, húshjálp.

Tær vóru allar stak fittar og raskar. Eg minnist, tá ið vit øll blivu størri og byrjaði at ganga í dans. Mangan hevur tú sitið uppi um náttina og bíðað, inntil vit øll komu aftur í øllum góðum úr dansi.

Eisini fingið vit loyvi til at spæla tónleik, bilti ikki so nógv um tað var hart frá. Bara tey vistu at vit vóru inni, so var fínt. Hinvegin dámdi teimun báðum sera væl tónleik.

Tú og pápi hava eisini havt børn í pleygu hjá okkum, hesi børn eru eisini væl fyri í dag, eg trúgvi eisini, at tey hava nógv at takka tær og pápa fyri. Tá ið eg var í Danmark í lestrarørindum var tað sera kærkomið at fáa bæði føroyskan mat og annað gott frá tykkum, tað eri eg takksamur fyri. Vit eru øll børnini komin væl frá okkara uppvøkstri á ymiskan hátt.

Eg haldi at vit hava nógv at takka tykkum báðum fyri. Eisini var tað frálíkt, at koma heim aftur til Vágs, fyri nøkrum áðrum síðani, tá var heilsan hjá tykkum báðum eisini farin at bila, men okur hava klára skerðini væl hóast tað.

Mamma og pápi hava altíð sera trúgv ímóti Guds orði, tey gingu nógv í Meiniheitshúsið í Vági, tí har vóru mamma og pápi oftani at síggja.

 At mamma okkara var ein avhildin persónur, sæst eisini aftur í Vágs kirkju, har sera mong fólk, søgdu henni farvæl.

At enda vil eg takka øllum innan heilsuverkið og øll sum eru komin inn á gátt frá heilsuverkinum, hesu mongu seinastu árini og stóra hjartans takk fyri tykkara heilsufremjandi arbeiði.

Somuleiðis vilja vit takka bæði starvsfólkunum á Hamragarði og Landssjúkarhúsinum fyri framúr heilsufremjandi arbeiði bæði við mammu og pápa, tá heilsan fór at bila hjá teimun hesu seinastu árini. Vit eru tykkum øllum sera takksom.

Til seinast vilja vit takka øllum sum hjálpti havs til við jarðarferðini og til ervið.

Takk til Hanus Pál presti fyri framúr vakra jarðarferð og fyri góð og rørandi orð um mammu okkara í Vágs kirkju.

Eisini takk sangarnar við grøvina, nú hon fór til sýtt seinasta hvíldarstað. Takk fyri alt góða mamma og vónandi halda tit saman føðingardagin í Himmiríki, nú pabba fyllur 80 ár í dag.

Tú fer heilt vist at forkela hann aftur í morgin.

Sakni teg við mína líð

Fái ikki fyrrenn tá frið

Tú vart mítt alt

Gud hevði teg valt

 

So kærlig og hjarta góð

Gav tað til okkara slóð

Av Gudi tú eitt undirverk

Tú gjørdi okkum øll líka sterk

 

Sum tú ert nógv saknað

Tíverri ert tú, nú slóknað

Eins patos er í knús

Tú ert nú í Harrans hús

 

Hoyri enn tína vøkru rødd

Her eru fjøllini nú kavaklødd

Vakra Gjógvarfjall

Gevur í kvøld okkum eitt kall

 

Nú dagar eru uttan títt smíl

Fallandi stjørnur detta av himl

Við Vatnið vakurt er at sjá

Tað títt hjartanum nær lá

Tú frá altaninum, við gleði tað sá

 

Minnini góð, um bardómsdagar

Vil tó fegin hava teg aftur higar

Nú er myrkur er og ein skal í song

Í hjartanum minnir um teg væl goymd

Jólini eru nú í nánd

 

Har okur øll minnast teg við gleði

Tú lærdi okkum um Jesubarnið

Hann sum tær nú gav kallið

 

Barnaheimið nú er tómt

Vildi so fegin, teg aftur lánt

Jólini elskaði tú yvir alt annað

Jólagleðin er ringur at sanna

 

Sum tú elskaði jólastás

Tó ikki sjálvur, at eta gás

Her var jóla og nýssuprýði

Nú er eisini stórur lýði

 

Tú ert mín verndareingil

Líka so leingið er eri til

Tú ert mítt ljós

Har ein enn má halda kós

 

Saknurin fyllur nógv

Nú tú og pabba róðu seinasta sjógv

Takksemi fyri tykkum bæði

Gleðisminnur heilt aftur til móðurknæði

 

Síggjast aftur góða mamma og hvíl í friði

Levi

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37