Ongi úrslit

Melodi Grand Prix verður í morgin

© Anne Sofie Pathue
Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

So verður tað í morgin, at Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen aftur fer at royna seg í Dansk Melodi Grand Prix. Hesaferð verður tað við lagnum Infinity.

At hon er boðin við aftur longu nú, árið eftir, er nakað sum hendir ofta, seinast tað hendi var í 80-árinum. Eingin ivi er tí í, at hon í fjør hevur hugtikið alt og øll við sínari rødd og jaligu persónligheit.

Vit sleppa eisini at atkvøða í Føroyum, eins og í fjør. Føroya Tele skrivar á Facebook í dag:

-Leygarkvøldið 14. februar fer Sissal aftur á pallin í danska Melodi Grand Prix. Um tú ynskir at atkvøða, mást tú tryggja tær, at tú hevur tøkan pening á kontuni. Talan er um yvirtakserað nummar og kapping, sum títt hald ikki fevnir um.

Rita inn á Mítt FT ella kanna saldu við at smsa SAL til 1990. Fyll pening á her: https://privat.ft.fo/topup

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Í gjár kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

Í gjár kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37