Mary Antonsdóttir sigur trygt í sessinum sum forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Aðalfundur verður seinni í vár og tá skuldu bæði forfólk og tveir nevndarlimir, veljast
Tá freistin at stilla upp til formansvalið, var úti 15. februar kl. 16, var bert eitt uppskot komið inn, og er tað sitandi forkvinna Mary Antonsdóttir.
Hetta merkir, at Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna hesi næstu trý árini.
Tá freistin at stilla upp til nevndarval í Heilsuhjálparafelag Føroya, var úti, vóru bert tvey uppskot til nevndarvalið og eru tað eru sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og Svenn Martinsson.
Hetta merkir, at eisini tey eru afturvald sum nevndarlimir men í nevndini er valskeiðið tvey ár.
Tiltakslimir verða valdir á aðalfundinum.