Martin Wood er nýggjur hjálparvenjari í Vágum

Martin, sum áður hevur staðið á odda fyri at leiða 1. deild hjá B36 upp í toppin, kemur við drúgvum royndum og vitan, ið fer at styrkja okkara hóp munandi

07 Vestur
12. oktober 2024 kl. 00:26

07 Vestur hevur sett 29 ára gamla danan, Martin Wood, í fulltíðarstarv sum hjálparvenjari hjá liðnum í BETRI deildini. Martin, sum áður hevur staðið á odda fyri at leiða 1. deild hjá B36 upp í toppin, kemur við drúgvum royndum og vitan, ið fer at styrkja okkara hóp munandi.

Martin verður eisini knýttur at teimum yngru leikarunum, har hann skal virka sum eitt slag av transitiónvenjara. Hetta merkir, at hann fer at tryggja, at okkara ungu evnaríku leikarar fáa tann stuðul og vegleiðing, teimum tørvar, fyri at taka næsta stigið og gerast partur av Betri-hópinum.

Martin hevur áður arbeitt saman við okkara høvuðsvenjara. Dan Brimsvík sigur, at tað er ein fongur fyri felagið at fáa Martin afturat venjaratoyminum. Vit vilja hava eitt spennandi og mennandi venjingarumhvørvi, og her passar Martin væl inn. Dan leggur afturat, at Martin er nærlagdur, arbeiðssamur og dugir væl við einstaka leikaranum - nakað sum verður vektað høgt.

Martin hevur gjørt tvey ára sáttmála við 07 Vestur. Vit bjóða Martin Wood hjartaliga vælkomnan í felagið og vóna, at hann saman við restini av venjaratoyminum fer at lyfta felagið enn longur fram á leið!