Ongi úrslit

Martin flytur úr 07 Vestur og á Argir

Í ár hevur Martin Wood verið í 07 Vestur, har hann hevur verið hjálparvenjari hjá bæði Dan Brimsvík og Michael Schjønberg

Argja Bóltfelag
5 tímar síðan

Argja Bóltfelag skrivar soleiðis í kvøld:

Ein nýggjur maður er lagdur afturat venjaratoyminum hjá AB. Talan er um 30 ára gamla danan, Martin Wood, ið fer at hava fjøltáttaðar venjarauppgávur í felagnum. Martin fer at verða bæði fysiskur venjari og hjálparvenjari á besta mansliðnum, og harafturat fer hann eisini at hjálpa til hjá U13-liðnum hjá AB.

Martin er dani, men hevur verið í Føroyum síðstu tvey árini. Í 2024 var hann í B36, har hann var hjálparvenjari í Betrideildini og høvuðsvenjari hjá 1. deild og U21 í hvíta árstalsfelagnum. Serliga í 1. deild góvu Martin og hansara leikarar AB høvuðbrýggj, tí tað eydnaðist bert AB at fáa eitt stig ímóti B36 í trimum dystum í næstbestu deildini hetta árið.

Í ár hevur Martin verið í 07 Vestur, har hann hevur verið hjálparvenjari hjá bæði Dan Brimsvík og Michael Schjønberg, og harafturat hevur hann eisini verið høvuðsvenjari á næstbesta liðnum hjá vágamonnum ein part av kappingarárinum, sum í ár hevur spælt í 1. deild.

Martin er ein hugagóður, íðin og dugnaligur venjari. Vit gleðast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa hann at standa fyri kropsligu venjingini, ið er alneyðug fyri at hava ein møguleika at standa mótstøðuliðnum kurl í Betrideidlini. Eisini verður tað gott hjá Øssuri Hansen, høvuðsvenjara, og Andrasi Jákupsson, hjálparvenjara, at fáa ein dugnaligan mann við royndum í føroyskum fótbólti afturat sær. Og ikki minst, so gleðast vit eisini, tá tað eydnast at fáa væl skikkaðar og útbúnar venjarar at hjálpa okkara ungdómsliðum.

Í løtuni er Martin Wood í ferð við at taka A-venjaraprógv ígjøgnum útbúgvingarskipanina hjá FSF. Hetta skeiðið tekur hann saman við millum annað Philip Eades, høvuðsvenjara hjá AB, og Jónasi Stenberg, ið síðstu árini hevur havt fleiri venjarauppgávur í felagnum.

Velkommen til AB, Martin!

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39