Marta, Marta tikin av skránni á degnum fyri Holocaust og onnur fólkadráp

- Hetta átti at verið ein ideél bók at tosa um á einum tílíkum tiltaki.

Edvin H. Niclasen
19 tímar síðan

- Ísraelska vinkona mín, sum søgupersónurin Lee er grundaður á, skrivaði til mín í gjár. Hon hevur gjørt sær stóran ómak at lesa bókina við google translate og mínari hjálp. Meðan hon hevur lisið, hevur hon flent at sær sjálvari, hevur verið rørd av ymiskum hendingum og heldur hetta vera eina tankavekjandi bók, sum bjóðar inn til eitt neyðugt kjak, um hvat Ísrael er fyri eitt land og hvat hersetingin hevur gjørt við palestinska fólkið. Í bókini sigur Lee at ákærurnar um fólkadráp ikki fara at halda, men í gjár skrivaði vinkona mín, at nú var tað greitt, sjálvt fyri henni, at hetta er tað, sum er farið fram.

Tað var í farnu viku, at Marjun Syberbø Kjelnæs fekk at vita, at bók hennara Marta, Marta, ið annars skuldi vera partur av komandi Holocaust degnum, sum Nám skipar fyri. var tikin av skránni aftur.

- Útgevarin hjá mær Turið Sigurðardóttir og eg harmast, og vit bíða framvegis eftir einum greiðum svari uppá, hví so er. Ísraelska vinkona mín undrast eisini. “Hetta átti at verið ein ideél bók at tosa um á einum tílíkum tiltaki, tí tú hugleiðir jú um holocaust, umframt tað sum hendir nú á døgum í Palestina.”

Bókin handlar eisini um nógv annað, um forelskilisi, um at vera eitt viðbrekið menniskja í einum stórum umbroytiligum heimi, umframt eitt sindur um okkara kristna siðaarv og hvørja ávirkan hann hevur á gerandisdagin.

“Alt tað, sum tit gera móti einum av mínum minstu, tað gera tit móti mær.” Hesi orðini hjá Jesusi hugsaði eg um í morgun, og sá fyri mær, at hann gekk har í húsaleivdunum í Gasa. Tí tað er har, hann hevði verið, tann Jesus, sum eg lærdi um, tá ið eg var lítil smágenta. Tann Jesus var miskunn og kærleiki. Og so stóð tað onkurvegna greitt fyri mær, hvat tað er, sum vit menniskju gera, tá ið vit aftur og aftur særa og drepa hvønnannan, tá ið vit sora og oyðileggja heimin. Vit gera okkum inn á tað góða í okkum sjálvum, vit karva burtur miskunsemi og eitra tokkan til lívið.

Soleiðis skrivar Marjun Syderbø Kjelnæs á facebook vanga sínum. Marta, Marta varð útgivin 26. septembur í 2024, og varð umrødd í Vágskálini 29. oktobur.