Ongi úrslit

Marin er á listanum saman við Dennisi og Sirið

Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevur trý nøvn á listanum hjá Tjóðveldinum

Jonhard Hammer
1. mars kl. 22:16

Hósdagin 26. mars verður tað løgtingsval, og í hesum døgum verða listarnir hjá flokkunum fyrireikaðir.

Suðuroyar Tjóðveldisfelag er liðugt at stilla upp. Dennis Holm tingmaður fyri Tjóðveldi boðar í kvøld á facebook frá, at felagið hevur stillað trý fólk upp, sum vera á listanum hjá Tjóðveldinum.

Eitt valevni er Sirið Stenberg, sum varð vald á valinum 8. desember 2022 við 455 persónligum atkvøðum, og eitt annað valevni er Dennis Holm, sum á valinum 8. desember varð valdur við 304 persónligum atkvøðum.

Eftir valið fóru bæði Sirið og Dennis í landsstýrið. Nú er Sirið forkvinna í flokkinum og landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, meðan Dennis er løgtingsmaður.

Tríðja valevnið, sum tjóðveldisfelagið í Suðuroy stillar upp, er Marin í Dali, sum er næstforkvinna í Suðuroyar Tjóðveldisfelag.  

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16