Ongi úrslit

Marianna fær 25.000 krónur í stuðuli

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði hevur gjørt av at lata Marionnu Beritardóttir Egholm 25.000 krónur í stuðli til hennara lestur á Designskúlanum í Kolding, har hon lesur klædnasniðgeving á bachelorstigi.

Undirvísingin er á arbeiðsøkjunum prent, veving og binding, sigur Tórshavnar býráð í tíðindaskrivi.

Marianna Beritardóttir Egholm leggur dent á at arbeiða við burðardyggari menning og endurnýtslu av pløggum og klæðum.

Higartil í skúlagongdini hevur hon m.a. varpað ljós á, hvussu plantur kunnu nýtast til plantuliting og at plantur kunnu vevast inn í tilfarið.

Endamálið er at vísa, hvussu vit í felag kunnu nýta tilfar frá nærumhvørvinum, við støði í okkara klædna- siðvenjum, til at skapa nýggj klæði og pløgg, sum vit brúka í gerandisdegnum, umframt at brúka tilfarið til at skapa list.

– Hon hevur eisini stóran áhuga fyri ull og viðgerð av ull og fyri siðbundnum handarbeiði – hvussu vit varðveita hetta og samstundis menna mentanarligir siðir, sigur Tórshavnar býráð.

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði

Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna “Minnisgrunn Sonnu av Skarði”.

Endamálið er at menna og lívga føroyskt hondarbeiði og føroyska hondarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær hondarbeiðsútbúgving í tóvirki, ella klædnavirki, fíggjarligan stuðul.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

10 tímar síðan

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20