Silas Bjarnason Joensen, ið skoraði tvær ferðir, og Djóni Sivertsen og Rasmus Helgason stóðu fyri málunum, tá U19 dreingirnir hósdagin vunnu 4-0 á Sámalandi. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda við trimum.
Samanumtikið var føroyska liðið omaná allan dystin, og við eitt sindur av hepni og neyvleika kundi sigurin verið størri.
Hjá gentunum gjørdist talan eisini um ein greiðan sigur til Føroyar. Tá smáir tjúgu minuttir vóru spældir var støðan 4-0, og í hálvleikinum stóð 6-0 á máltalvuni. Í seinna hálvleiki fingu okkara gentur eitt mál afturat, og vunnu til endans við sjey málum ímóti ongum.
Bjørk Akselsen og Silja Ragnarsdóttir skoraðu tvey mál í part, meðan Brá Zakariasardóttir, Jakobina Bergsdóttir og Karla Sjóstein gjørdu hvør sítt.
Sámisku liðini spæla aftur á Tórsvølli leygardagin. Klokkan 11:00 spæla dreingirnir hjá Sámalandi ímóti U18 liðnum hjá HB, og klokkan 13:00 spæla Føroyar og Sámaland seinna dystin hjá gentunum.
Myndir / U19 dreingir: Føroyar – Sámaland 4-0
Myndir síggjast her : https://www.fsf.fo/malveitsla-a-torsvolli/