Ongi úrslit

Málið er at føroyingar velja Føroyar

Tað var høvuðsmálið, sum Beinir Johannesen nevndi, tá ið tingið hevði valt hann at vera løgmann

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Løgtingið hevur valt Beinir Johannesen at vera løgmaður. Tá ið løgmaður tók orðið og takkaði fyri álitið, segði hann, at Bárður á Steig Nielsen er nýggjur varaløgmaður.

Í takkarrøðu síni segði nýggir løgmaðurin, at høvuðsmálið hjá honum og nýggju samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin er at fáa føroyingar at velja Føroyar. Hann segði seg frøðast um, at blokkpolitikkurin er farin í søguna, og at tað nú er upp til løgtingið at vísa, at tað er ført fyri at samstarva breitt soleiðis, sum føroyingar á valinum løgdu upp til.

26 atkvøður vóru fyri at velja Beinir Johannesen til løgmann, og sjey atkvøður vóru blankar.

Beinir Johannesen er fjórði løgmaður úr Fólkaflokkinum. Teir undanfarnu vóru Hákun Djurhuus (1963-1967), Jógvan Sundstein (1989-1991) og Anfinn Kallsberg (1998-2004).

Eftir stuttu takkarrøðuna útnevndi løgmaður landsstýrisfólkini:

  • Bárður á Steig Neilsen verður landsstýrismaður við uttanríkis- og fiskivinnumálum og varaløgmaður

  • Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður við figgjarmálum

  • Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við vinnumálum

  • Margit Stórá, landsstýriskvinna við almanna- og bústaðarmálum

  • Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna við heilsu- og orkumálum

  • Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður mentamálum við mentamálum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38