Ongi úrslit

Magn er ikki til sølu

Í stuttari fráboðan sigur íslendska oljufelagið, Skeljungur, at tíðindini um, at Magn er í holt við at verða selt eru følsk. Felagið er ikki í nakrari tilgongd við at umskipa seg

Sigurjón Einarsson
22. januar 2021 kl. 06:45

Fyri viku síðani frættist, at ein møgulig søla av Magn var í umbúna av íslendska eigaranum, Skeljungur. Nú avsannar felagið hesi tíðindi.

- Tíðindini um, ið RÚV bar fram, at dótturfelagið hjá Skeljungur, P/F Magn, er í holt við at verða selt, eru ikki sonn, sigur íslendska oljufelagið í stuttari fráboðan í gjár, sum heimasíðan hjá Morgunblaðnum endurgevur.

Í fráboðanini stendur víðari, har tað verður víst til tíðindi hjá RÚV um, at sølan er partur av einari tilgongd hjá Skeljungur at umskipa seg. Men sambært felagnum, so er hetta heldur ikki satt, tí tað eru ikki tikin nøkur stig til at gera nakrar broytingar við felagnum.

Í einari samrøðu við ViðskiptaMoggan (Vinnublaðið hjá Morgunblaðnum, red.) fyrr í mánaðinum segði Jón Ásgeir Jóhannesson, nevndarformaðurin í Skeljungur, at ein søla av dótturfelagnum í Føroyum var ein møguleiki, har komið varð inn á, at felagið møguliga heldur ætlaði at gera íløgur í Stórabretlandi í staðin. Kortini er tó eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi, sigur íslendska felagið.

Tað er íslendska oljufelagið, Skeljungur, ið eigur allan partapeningin í P/F Magn.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

Í gjár kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

Í gjár kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46