Ongi úrslit

Mæla til nýggja kvotu fyri føroysku veiðina av springara

Metingin byggir á stovnsmetingar, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur

Umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum í 2021 elvdi tl, at vit fingu kvotu á veiðina
Áki Bertholdsen
25. mars kl. 12:57

Hesi næstu árini kunnu føroyingar veiða 650 springarar um árið. Tað er tilmælið frá Havstovuni til Føroya Landstýrið. Tilmælið byggir á stovnsmetingar og er galdandi til nýggjar hvalateljingar eru gjørdar.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, sigur, at stovnsmetingin er grundað á hvalateljingar. Nýggjastu hvalateljingarnar vísa, at springarastovnurin í Norðuratlantshavi er einar 120.000 springarnar og tilsamans tolir hann eina heildarveiðu upp á 750 springarar um árið, uttan at stovnurin minkar.

Bjarni Mikkelsen sigur, at tey vita, hvussu stórur stovnurin er, og tey vita, hvussu nógv kann veiðast, uttan at gera seg inn á stovnin. Sostatt hava tey amboðini sum krevjast fyri at grundgeva fyri, at vit kunnu taka 750 springarar úr stovninum um árið, uttan at ganga honum ov nær.

Hetta er ein heildarveiða fyri bæði Vesturgrønland, Ísland og Føroyar. Eitt ávíst tal á springarum verður tikið í Íslandi sum hjáveiða av ymsum slagi, og nakrir springarar verða kanska eisini veiddir í Grønlandi.

Sostatt er ein kvota upp á 650 springarar, sum føroyingar kunnu veiða burðardygt. Men hetta tilmælið kann kortini verða dagført um eitt, ella tvey ár, tá ið álítandi tøl verða útvegað fyri hjáveiðuna í Íslandi og veiðuna í Grønlandi.

Annars er tilmæli um heildarveiðuna galdandi til nýggj hvalateljing er gjørd og tað verður kanska um eini seks ár.

Ein møguleiki er at tað skal bera til at veiða meiri av springara eitt ár, men so er veiðan minni okkurt annað ár, so at talan verður um eina miðalveiðu upp á 650 springarar um árið hesi seks árini.

Men Bjarni Mikkelsen sigur, at tey hava mælt til, at veiðan ikki fer stórt upp um 650 springarar um árið. Hann vísir samstundis á, at í miðal er føroyska springaraveiðan minni enn 200 springarar um árið.

Tað er nýtt, at kvota er sett á springaraveiðuna. Tað hendi eftir nógv umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum í 2021, tá ið yvir 1.400 springarar vórðu hildnir til.

Tá fór alivinnan á barrikadurnar og vildu hava okkum at gevast at veiða springarar. Úrslitið varð, at í 2022, setti landsstýrið eina kvotu upp á 500 springara um árið fyri 2022 og 2023.

Eingin kvota var fyri springaraveiðu í fjør, men nú verður so aftur mælt til at seta eina kvotu upp á 650 springarar um árið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

17. apríl kl. 09:15

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Í gjár kl. 16:55

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

From the river to the sea – jødar fáa ikki frið

16. apríl kl. 21:08

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Í gjár kl. 09:28

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

8 tímar síðan