Maður forsætisráðharra Mette Frederiksen, Bo Tengberg, skal gera ein dokumentarfilm um Volodymyr Zelenskyj. Hettar skrivaði Ekstra Bladet hósdagin í síðstu viku.
Transparency International Danmark, sum arbeiðir fyri at basa korruptión og mutri, siga at hann eigur at taka seg úr hesum beinanvegin. Hann hevur serliga atgongd til ukrainska forsetan, av tí at kona hansara hevur eitt tætt persónligt samband við Zelenskyj.
- Hann eigur at taka seg úr verkætlanini, tí tað kann faktiskt fatast sum ein propagandafilmur fyri politikkinum hjá donsku stjórnini. Harumframt hevur Bo Tengberg ein privatan fíggjarligan áhuga í at vinna pening av dokumentarfilminum, og tað hevur forsætisráðharrin eisini.
-Hann hevur atgongd til ukrainska forsetan, tí hann er giftur við forsætisráðharranum, og ikki tí hann er dokumentarfilmsframleiðari. Tá tú virkar á hesum støði, mást tú hava evnini at lata størstu møguleikarnar fara framvið, tá tað er greitt, at tað er skeivt. Og soleiðis er eisini við hesum málinum, sigur Jesper Olsen, formaður í Transparency International Danmark.
Síðani kríggið millum Ukraina og Russland brast á, hevur Danmark, sambært Uttanríkisráðnum, stuðlað hermonnunum hjá Zelensky við 74,5 milliardum krónum, við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á odda.
Í fleiri førum hevur Bo Tengberg eisini alment umboðað Danmark sum hjúnafelagi forsætisráðharrans, og so seint sum í september fekk hann enntá persónliga handað eina ordan frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky.
- Ukraina er eitt land, sum er plágað av korruptión og í ferð við at fara úr tí menningini. Vit hjálpa ikki við tí umleggingini um vit vísa, at kronisma millum ovastu leiðarar og hjúnafelagar teirra við fíggjarligum áhugamálum er eitt gott hugskot.
- Men Bo Tengberg hevur sera lætta atgongd til Zelenskyj, og tað er ikki av tilvild. Tað er beinleiðis kronisma og valdsmisnýtsla, sigur Jesper Olsen.
Hann heldur eisini at verkætlanin kann fatast sum ein propagandafilmur fyri danskan stjórnarpolitikk.
Mynd: Herning Folkeblad
Fríggjadagin royndi Ekstra Bladet at fáa eina viðmerking frá Mette Frederiksen um, hvørt hon hevði hjálpt manni sínum at fáa atgongd til ukrainska forsetan, men hon ignoreraði spurningin.
Síðani hósdagin hevur Ekstra Blaðið eisini roynt at fingið eina viðmerking frá Bo Tengberg. Higartil til fánýtis.
Mette sjálv svarar Ekstra Bladet við telduposti:
-Eg fegnist um, at Bo hevur valt at brúka sítt talent sum leikstjóri og fotografur, til at miðla avleiðingarnar av kríggjinum hjá russlandi í Ukraina,’ skrivar hon.
Danski staturin hevur gjøgnum Dansk Filminstitut stuðlað menningini av handritinum hjá verkætlanini við 190.000 krónum í 2024, stendur á heimasíðuni hjá stovninum.