Ongi úrslit

Loynilig tjóðarsemja

Hans Kári Hansen, valevni fyri Sambandsflokkin
7 tímar síðan

Kanning hevur víst, at tríggir út av fýra veljarum ynskja framhaldandi at vera innanfyri ríkisfelagsskapin. Hóast hettar, so hava allir flokkar á tingi, uttan Sambandsflokkurin, sagt seg taka undur við tí, tey kalla tjóðarsemjan. Men hví kann so eingin føroyingur sleppa at síggja hettar semjuskjalið?

Siri Stenberg segði í morgun í útvarpssending, at tjóðarsemjan er tað sama, sum loysing. Men Aksel, løgmaður sigur, at tað passar ikki. Hvør hevur rætt, og hvør sigur ósatt?

Hví kunna vit ikki síggja hettar skjalið, sum hevur so stóran týdning, at tað ætlandi fer at verða grundarlag fyri samráðingum, um eina komandi samgongu, sambært Siri úr Tjóðveldi.

Ber tað til í 2026 at fara út í eitt val við einari tjóðarsemju, sum eingin sleppur at síggja? Eitt loyniligt skjal?

Um so er,  eri eg bangin fyri, at nógvir av teimum 3 av 4 veljarum, sum vilja ríkisfelagsskapin,  fara at føla seg snýttan, so skjótt valdagurin er farin aftur um.

Veljið tí flokkin, sum vil gera tryggar broytingar innanfyri ríkisfelagsskapin.

Veljið Sambandsflokkin. Vit eru erligir og siga tað, vit meina -  vit hava eingi loynilig skjøl.


X við lista B

X við Hans Kári Hansen

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46