Løgtingsmaður hjá Framsókn sigur kortanei

Hann vil ikki vita av ætlanini, sum liggur í kortunum

Áki Bertholdsen
16. juli 2024 kl. 23:40

Í framtíðini verður tað Teistin, sum skal røkja siglingina upp á Kalsoynna og so fáa nólsoyingar Ternuna aftur. Samstundis skal Sam verða avloysaraskip.

Men fyrst er ætlanin at Løgtingið skal játta Strandferðsluni pengar, so ferjuskráin til Teistan í Skopun, kann takast niður og setast upp aftur í Syðradali í Kalsoynni.

Tað veit KvF at siga. Men nú er greitt, at tað verður ikki uttan svørðslag, at tað hendur. Tí sum støðan er nú, sigur Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, sum altso er í samgonguni, kortanei til hesa ætlanina.

Sjálvur er hann nólsoyingur og hann vil ikki hoyra talan um, at nólsoyingar skulu missa Teistan - fyrr enn eitt nýtt skip er bygt til nólsoyarsiglingina.

– Tað verður ikki eitt samt løgting, sum fer at samtykkja eina eykajáttan, sum viðførur at Teistin verður tikin frá okkum nólsoyingum, sigur hann í kvøld.

– Vit nólsoyingar hava nú skjótt í eitt mannaminni ynskt okkum eitt nýtt skip, sum er skraddaraseymað og bygt til nólsoyarleiðina, og vónandi verður tað ikki leingi til so verður.

– Vit hava nú havt Teistan síðani Sandoyartunnilin læt upp. Vit eru ógvuliga glað fyri hann, og hann riggar ógvuliga væl á farleiðini, sigur tingmaðurin. Tí hevur hann fult forstáilsi fyri at fyrsta nýggja skipið hjá Strandferðslunu verður bygt til Kalsoyarleiðina.

Samgongan ætlar, at Strandferðslan skal fáa nýggjar ferjur og tað hevur ligið í kortunum, at tað fyrsta skuldi byggjast til Kalsoyarsiglingina.

Hann sigur, at hetta er ikki fyri at seta seg uppí móti kalsoyingum. Men hann sigur, at tað følist ógvuliga órættvíst at kalsoyingar fáa nýggjasta skipið í flotanum, meðan tey bíðað til at eitt spildurnýtt verður smíðað til tey.

Grundgevingin hjá Strandferðsluni fyri at flyta Teistan í Kalsoynna, er, at Ternan ikki kann sigla á Syðradal um veturin,

– Er hon yvirhøvur roynd har um veturin, spyr Karlot Hergeirsson? Kann Sam ikki sigla teir dagarnar, Ternan ikki kann, spyr hann eisini.  

Tá ið Sam skal liggja sum avloysara skip, kann hann liggja í Klaksvík, og verða skjótur at starta upp, skuldi tað verið.

– Um veturin er tað ikki neyðugt við einum skipi í Kalsoynni, sum tekur fleiri ferðafólk, sigur tingmaðurin úr Nólsoy.

– Hyggja vit eftir ferðafólkatølunum frá novembur til í mars, liggur tað ímillum 2.300 til 3.000 ferðafólk um mánaðin. Somu mánaðir liggur tað ímillum 5-300 til 6.200 ferðafólk um mánaðin á nólsoyarleiðini.

Vil Strandferðslan hava Teistan har norður, SKAL fyrsta nýggja skipið byggjast til nólsoyarleiðina, sigur Karlot Hergeirsson.