Ongi úrslit

Løgreglan í Noregi innkallar til tíðindafund

Kritiskir spurningar um Mette-Marit og Epstein skulu viðgerast

© Odd Andersen/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
9. februar kl. 22:30

Trygdartænastan hjá løgregluni í Noregi, sum ber navnið PST, kallar til tíðindafund í morgin klokkan 16.00 føroyska tíð. Hettar eftir stúran fyri trygdini, hjá norskum kongsfólkum og embætisfólkum.

Pressan - og harvið almenningurin, skal kunnast um framtíðar lívverju-uppgávurnar hjá trygdartænastuni, tá tað snýr seg um hjá norsku embætismenn og limir í kongsfamiljuni.

Eisini skulu viðgerast kritiskir spurningar, um uppihaldið hjá norsku krúnprinsessuni hjá Jeffrey Epstein í 2013.

Til dømis undrast nógv yvir um PST hevur verið vitandi um kriminellu søguna hjá Epstein.

- Tá krúnprinsessan ferðast, hevur hon starvsfólk frá Trygdartænastuni hjá løgregluni við sær. Tey kenna alla skránna hjá henni, og tey vita eisini, hvønn hon skal møta.

So eg haldi, at internt í løgregluni, áttu fólk at hugsað um at kannað nærri, hvørjum hon í veruleikanum fór at møta, hevur Kåre Aas, táverandi sendiharri Noregs í USA, sagt við norska TV 2.

Málið um skjalprógvaða sambandið hjá Mette-Marit við Jeffrey Epstein, hevur elvt til øði, ikki bara í Noregi, men eisini um allan heimin.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17 tímar síðan