Hátíðir kunnu vera løgnar, og jólini eru onki undantak. Kentucky Fried Chicken-matskráir, kukkandi træbular og brennandi geitir eru bara nakrir av teimum løgnastu mátunum, ið fólk hátíðarhalda, at Jesuspápi varð føddur
Aftur nærkast jólini. Jólatrø setast upp, fólk fara í panikk eftir seinastu jólagávunum, friður og sangur fylla húsini í myrkrinum. Her hyggja vit eftir nøkrum av undarligu siðunum kring heimin. Summir eru nútíðarligar, summir eru gamlir, men teir hava tað til felags, at teir liggja langt burtur frá, hvussu vit sjálvi halda jól. Men, um vit hyggja eitt sindur meira sakliga eftir evninum: Geva nú jólatræið ella nútíðar jólamaðurin so øgiliga nógv meira meining, enn hvat træbulurin, ið kukkar, ger?
1. Tann brennandi geitarbukkurin
Í byrjanini av advent seta íbúgvarnir í Gävle í Svøríki hvørt ár ein geitarbukk, ið er flættaður av hólmi, upp í býin. Fyrstu ferð geitarbukkurin varð settur upp, var í 1966, men nýggjársaftan setti onkur eld á hann. At seta eld á bukkin er síðani blivið nærum líka nógv ein siður, sum bukkurin sjálvur er, og higartil er hann brendur 36 ferðir, og fýra fólk eru dømd fyri herverkið. Nakrir bukkar eru eisini stolnir ella koyrdir niður.
Bukkurin kann eisini vera í vanda í ár, tá fleiri tilburðir longu hava verið í Gävle, sambært svenskum miðlum: Ein maður skal millum annað hava bjóðað einum vakti 50.000 krónur fyri at fara frá síni støð. Maðurin skal hava ætlað at stjala bukkin og flúgva hann til Stockholm við tyrlu.
2. Kukkandi træbulurin
Í Aragon og í Katalonia í Spania er sonevnda ”tió de nadal”, jólatræbulurin, ella ”caga tió”, træbulurin, ið kukkar, partur av hvørjum jólum. Fólk í nógvum heimum geva sínum jólatræbuli frukt, nøtur og góðgæti í umleið tvær vikur áðrenn jól, samstundis, sum tey mugu syrgja fyri, at hann hevur tað gott og er heitur. Fyrst tá jólaaftan kemur, verður tað meira løgið. Familjan leggur jólatræbulin hálvan veg inn í eldstaðið og bukar hann við pinnum. Hetta fær træbulin til at ”kukka”, men tíbetur er tað frukt, nøtir og góðgæti, ið kemur út. Kukkandi træbulurin kann tó ikki rættiliga nøkta tørvin á mannatrekki til jólar hjá katalonum, ið eisini gjarna nýta figurar av sonevndum ”caganarum”, fólk, ið kukka, sum partar av jólapyntinum.
3. Jól við oberstinum
Í Japan er bert umleið eitt prosent av fólki kristin, og jólini er tí heldur ikki ein almenn hátíð. Tá jólini koma, fara teir kristnu japanararnir gjarna í Kentucky Fried Chicken jólaaftan. Sagt verður, at hesin siðurin kemst av einum sera væleydnaðum lýsingarátaki í 70-unum, ”Kurisumasu ni wa Kentakkii” ella Kentucky til Jólar: Kentucky Fried Chicken, ella KFC, ið fyritøkan broytti navn til vegna óhepnar avleiðingar av at viðganga, at matur ofta er gjørdur av livandi verum, skilti, at nógv ferðafólk vitjaðu matstovur á jólum, tí tað annars var torført at finna heilar dunnur ella kalkunir í landinum. Mett verður, at í dag eta 3,6 milliónir japanarar KFC á jólum hvørt ár, og tær serligu matskráirnar, ið KFC bjóðar kundunum til jólar, standa fyri ikki minni enn einum triðingi av inntøkunum hjá fyritøkuni í Japan. Kundarnir verða so eisini ráddir til at bíleggja borð í góðari tíð. Lýsingarátakið í 70-unum metast hava verið so mikið væleydnað, at lýsingarfólk í dag granska tað sum dømi um, hvussu vørur best kunnu seljast í Japan.
4. Krampus
Í fleiri miðevropeiskum londum kenna, og ræðast, børnini Krampus. Krampus, ein ræðandi vera, hálvt geit og hálvt devul við hornum og kleyvum, er mótparturin til Sankta Niklas, tann upprunaligi jólamaðurin í katólskari trúgv: Har Sankta Niklas virðir og lønar tey góðu børnini, revsar Krampus børnini, ið ikki hava borið seg væl at. Í økjum runt Alpufjøllini plagar man at lata sær í sum Krampus til árliga Krampus-renningartúrin, har ein týdningarmikil partur av túrunum er at ræða tey óhepni børnini, ið tora út hendan dagin. Krampus sjálvur verður mettur at stava frá tíðini, áðrenn kristin trúgv kom til hesi økini, og sjálvandi hava bæði filmvinnan og teknirøðir tikið Krampus til sín. Í 20-unum bleiv Krampus-siðurin bannaður í Eysturríki, og enn í dag kjakast man um, hvørt Krampus er ein hóskandi partur av jólini ella ikki.
5. Á rulluskoytum í Venesuela
Í høvuðsstaðnum í Venesuela, Caracas, hava fólk nógv at hugsa um í løtuni. Men hóast stórar mótmælisgongur, politiska kreppu og korruptión fara íbúgvarnir í Caracas vónandi eisini í ár at megna at halda jól. Í venesuelska høvuðsstaðnum skal tað vera ein siðvenja at fara til jólamessu á rulluskoytum. Vegirnir í høvuðsstaðnum verða stongdir fyri ferðslu tann morgunin, tá ið hetta hendir.
”Hvørt ár fór Kasanova, prestur, upp á sín høga hest og segði, at vit vóru tey vánaligastu av fólkum, tí vit fóru til messu á rulluskoytum. Vit tóku skógvar við, og tóku rulluskoyturnar av, tá vit komu inn, men vit fóru altíð ein túr oman eftir miðgongini fyrst, bara fyri at arga prestin”, skrivar venesuelarin Roberto N. á netinum.
Hóast siðvenjan við rulluskoytum ikki bert er fyri børn, og fólk í øllum aldrum luttaka, eru tað sjálvandi børnini, sum ganga hægst upp í tað. Sagt verður, at nógv børn binda ein snór kring stórutánna, ið tey so heingja út gjøgnum vindeygað náttina fyri: Tá ið tey, sum longu eru uppi og í rulluskoytunum, fara oman eftir vegnum, hála tey í snórarnar, ið hanga út gjøgnum vindeyguni, fyri at vekja børnini, ið enn ikki eru uppi. Dimmalætting vil gjarna taka hædd fyri, at hetta kann vera bert ein ferðasøga á netinum: Prógvini eru fá.
6. Eiturkoppar í trænum
Í Ukraina vilja tey heldur koyra eiturkoppar og eiturkoppanet á jólatræið enn ljós og stjørnur. Hesin siðurin skal stava frá eini gamlari søgn í landinum, har ein familja, ið var ov fátæk til at pynta træið, vaknaði fyrsta jóladag til eitt vakurt træ, ið ein eiturkoppur hevði pyntað. Í summum útgávum av søgnini er tað Jesus ella Sankt Niklas, ið hevur gjørt undurverk, tá ið hesin morgun kemur og bjargar jólunum.
Bæði í Týsklandi, Póllandi og Ukraina verður tað sagt, at tað at hitta ein eiturkopp ella eitt eiturkoppanet í jólatrænum gevur góða eydnu. Summi meta enntá, at einglahárið, ið vit heingja á jólatrøini, koma av júst hesum eiturkoppanetunum: Nakað, ið als ikki virkar óhugsandi.
7. Enda ikki í búkinum hjá jólakettuni!
Í Íslandi hava børn í áravís verið í vanda fyri at blíva etin av sonevndu jólakettuni, um tey ikki hava fingið nýggj klæðir áðrenn jól. Átti man bert gomul klæðir, skal hetta vera eitt úrslit av tí, at man ikki hevur gjørt sítt húspjak ella annað arbeiði. Sostatt má man kunna ímynda sær, at jólakettan fyrr í tíðini var eitt gott amboð hjá íslendskum familjum til at fáa børnini til at hjálpa til heima, ella hjá arbeiðsgevarum at halda framleiðsluna uppi. Tey fæstu vilja jú koma í vanda fyri ”að fara í Jólaköttinn”. Keldurnar eru ikki greiðar um, hvussu nógv børn eru blivin offur fyri kettuni seinasti árini.
8. Tveitið djevlarnir út
Guatemala er eitt sera fjølbroytt land við nógvum ymiskum fólkasløgum, og tí verður tað eisini hildið jól á mangan ymiskan hátt. Nógvar familjur byrja tó jólahaldið tíðliga í desember mánaði við sonevndum ”Quema del Diablo”, ella at brenna djevulin. Tá sópa fólk gólvini fyri jól. Fólk í grannalagnum samla so dustið og óruddið, ið kemur burturúr, og gera eina stóra rúgvu burtur úr tí. So seta tey ein figur av djevlinum ovast og seta eld til hann. Ta náttina verða gjarna hildnar stórar veitslur kring landið. Tað sigst, at siðurin kemur av eini gamlari og sera menniskjaligari hugsan um, at eldur reinsar út alt tað ónda, og fólk í Guatemala kunnu sostatt byrja nýggja árið við bæði reinum gólvum og samvitskum.
9. Mari Lwyd
Í Bretlandi eru djóramaskur og -búnar ein gamal partur av heidningarhátíðum. Í Suður-Wales eru hesar búnarnir partar av jólunum undir navninum ”Mari Lwyd”, eitt navn, hvørs uppruna málfrøðingar enn eru ósamdir um. Summi meta, at navnið upprunaliga merkti Maria moy, meðan onnur siga, at tað merkti grá ryssa. Óansæð týdning er Mari Lwyd tey seinasti árini aftur blivin ein siðvenja, har walisar ganga í skrúðgongum aftan á einum persóni, ið ber eitt rossahøvd á einum staka. Skrúðgongan fer frá húsi til hús, har hon gjøgnum sang biður um at sleppa inn. Tey, ið búgva í húsunum, skulu so nokta fólki at sleppa inn, eisini við at syngja, líka til tey ikki eiga fleiri umberingar til at mótmæla. Tá sleppur skrúðgongan inn til ein drekkamunn, áðrenn hon fer víðari til næsta hús.
10. Tann rennandi jólamaðurin
Í Amerika hava summi nýtt høvi, ið jólini geva, sum umbering til at drekka uttan ringa samvitsku. Í fleiri býum lata fólk seg í jólamansbúna, áðrenn tey renna frá barr til barr eftir planløgdum rútum. Samstundis nýta tey sjálvandi tað, ið barrirnar bjóða, sum oftast fyri vælgerandi endamál. Jólamenninir renna hvørt ár í Philadelphia, New Orleans, Baltimore, Boston og Chicago, og bara í býnum Philadelphia verður væntað, at 10.000 nissur fara at luttaka í ár. Tiltøkini hava nú við sær livandi tónleik, bíligar sjussar og kappingar, har sexutasti jólamaðurin (ella, ganga vit út ífrá, jólakvinnan) verður funnin. Siðurin hevur breitt um seg, og í dag renna jólamenninir eisini í London og nógvum støðum í Kanada.
Keldur:
Wikipedia
Arbetarbladet
BBC
Fox News
The Telegraph
Latinpost
Runningofthesantas.com
Monkeysandmountains.com