Fyrsti dysturin í Champions League í dag tekur okkum til Barcelona, har Barcelona tekur ímóti Newcastle. Fyrsti dystur var sera javnur og endaði 1-1 so alt er enn opið í tí dystinum.
Enski meistarnir úr Liverpool, hava ikki havt eina dreymakapping í ár. Úrslitini í ensku landskappingini hava ikki verið nóg góð, og felagið er í løtuni á einum fimta plássi í Premier League. Tí er alt annað enn ein sigur, og at koma víðari í Champions League, ein vanlukka hjá stórfelagnum í Onglandi. Teir spæla í dag ímóti Turkiska felagnum, Galatasaray, sum vann fyrru uppgerðina 1-0 í Istanbul.
Helst er ikki nógvur spenningur í dystinum ímillum Bayern München og Atalanta, av tí at støðan eftir fyrra dystin, er 6-1 til Bayern München. Men tó er tað eitt, sum verður spennandi at síggja, og tað er hvør fer at standa í mál hjá Bayern Munchen. Meira um tað kann lesast her: Skal ein 16 ára gamal málverji verja málið hjá einum stórfelag? - Dimma.fo
Í London spælir Tottenham ímóti Atletico Madrid, har støðan er 5-2 til Atletico Madrid eftir tann fyrra dystin.
Tottenham hava havt eitt sera vánaligt kappingarár í ár, og berjast beint nú í niðara helvtini í Premier League, tó í vikuskiftinum fingu teir eitt sera týdningarmikið stig ímóti Liverpool. Tað verður spennandi at síggja um Tottenham kann brúka tann javnleikin, og mentala sigurin, til at órógva Atletico Madrid í kvøld.
Dystinir vera vístir á kanalunum hjá Viasat ella kunnu stroymast á Viaplay:
17:45: Barcelona-Newcastle (TV3 Sport, Viaplay)
20:00: Liverpool-Galatasaray (TV3+, Viaplay)
20:00: Bayern Munchen-Atalanta (TV3 Max, Viaplay)
20:00: Tottenham-Atletico Madrid (TV3 Sport, Viaplay.