Tað eru 16 ár síðani, at Føroya Løgting samtykti, at fólk í rullustóli skulu hava somu møguleikar at ferðast runt í samfelagnum, sum øll onnur. Dimmalætting hevur spurt átta føroyingar, nakrir teirra eru rullustólsbrúkara, hvussu teir halda, at tað gongur við tí.
Teir hava lítið gott at siga um føroyska samfelagið, tí líkasæla, fávitska og manglandi virðing er nakað, teir renna seg í allastaðni. Størsta vónbrotið er, at eisini í spildurnýggjum bygningum hjá tí almenna, verða rættindini hjá rørslutarnaðum skúgvað til viks.
Vit hava samrøðu við nýggja stjóran á Faroe Ship, sum fór frá sjúkum til Shipping.
Og fyri suðuroyingar er tað ein glotti, at Strandferðslan, longu nú, setir sjøtul á arbeiði at fáa avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann aftur skal í dokk - í 2028.
Vit hava eisini samrøðu við nýggju forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag, sum heldur, at politiski myndugleikin ger mun á verkafólki og øðrum samfelagsbólkum.
Bogi Bech Jensen, orkuserfrøðingur, sigur, at skal tað eydnast okkum at leggja um til grøna orku, er tað bara eitt sum riggar, og tað er at brúka písk. Einasti mátin er at áleggja fólki og fyritøkum eitt co2 avgjald, tí tað er pískurin, sum fer at fíggja gularótina.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, metir um útlitini fyri laksaprísinum við øllum tí, tað førir við sær.
Og so hava vit eisini eina drúgva frásøgn frá kappingini í hondbólti í Noregi, har okkara landslið tók alt og øll á bóli.