Fjepparar og útisetar kunnu nú byrja at gleða seg, tí Lena Anderssen fer á konsertferð í Danmark í næstum.
her heima vera vit tó heldur ikki snýtt, tí konsertferðin byrjar í Reinsarínum tann 2. mai.
Í tí sambandi skrivar Lena millum annað á Facebook:
Eg havi mítt deiliga orkestur við mær, og vit gleða okkum at spæla fyri tykkum.
Tey fyrstu spælistøðini í Danmark eru nú eisini komin uppá pláss:
21/05/26 Maskinhallen, Frederikshavn (Band)
26.05.26 Fermaten, Herning (Duo)
29/05/26 Nordatlantisk Hus, Odense (Band)
Atgongumerki eru at fáa á Atgongumerki.fo