Viðgerðarstovnurin, Heilbrigdi, sum hevur hildið til á Velbastað í nógv ár, flytur nú í nýggj høli.
Hølini á Velbastað hava verið óhóskandi í nógv ár og tí varð avgjørt, at Heilbrigdi skuldi fáa gamla nunnuklostrið í Havn, Kerit, í Varðagøtu í Havn, til keyps til nýggjan viðgerðarstovn.
Nú eru stovnurin umbygdur til endamálið og hann er nú klárur at taka í nýtslu. Sostatt verður tað nú hósdagin, at húsið alment verður tikið í nýtslu.
Heilbrigdi er viðgerðarheim til fólk við rúsdrekka- og rúsevnismisbrúki og tað eru 40 ár síðani at virksemið byrjaði á Velbastað.
Í nýggja viðgerðarheiminum er pláss fyri 10 fólkum undir munandi betri umstøðum enn tey høvdu á Velbastað.
Í sambandi við, at húsið verður tikið í nýtslu, verður alment hátíðarhald á Heilbrigdi seinnapartin hósdagin.
Har fer Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, og onnur, at bera fram eina heilsu og tað fer eisini at bera til hjá almenninginum at síggja húsið.