Ongi úrslit

Lars Løkke komin til Grønlands

Jóhanna Højgaard
7. februar kl. 13:00

Uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, lendi í Grønlandi í nátt. Hann skal har hittast við starvsfeløgum úr Grønlandi og Kanada til ein felags tíðindafund í sambandi við, at eitt nýtt kanadiskt og franskt konsulát verður sett á stovn í Nuuk.

- Tað merkir nógv fyri Grønland, at Grønland nú knýtir tættari sambond við umheimin við einum kanadiskum og fronskum konsulati, og eg kenni fleiri starvsfelagar, sum hava somu tankar, sigur Løkke. Hann lendi nakað seinkaður vegna tekniskar trupulleikar við flogfarinum.

Tí slapp hann ikki við til uppmátingina av konsulatinum.

Hann greiðir ikki nærri frá, hvørji lond umhugsa konsulát í Grønlandi.

- Í verandi støðu er tað eisini eitt signal frá øllum heiminum um, at tey vilja knýta sterkari bond til allan Ríkisfelagsskapin og arktisku dimensiónina í danska kongaríkinum. Hetta er týdningarmikið mitt í støðuni, sum enn ikki er loyst.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17 tímar síðan