Ongi úrslit

Landstýrið fingið bæði forkanning og tilmæli um framtíðina við vitlíki

Landsstýrið hevur fingið eina forkanning um, hvussu vitlíki kann brúkast og mennast í Føroyum. Samstundis hevur føroyska UNESCO-nevndin handað landsstýrismanninum eitt tilmæli um etiskar leiðreglur fyri vitlíki.

© Fróðskaparsetur Føroya.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Forkanningin er gjørd fyri Fíggjarmálaráðið av ráðgevum frá fyritøkunum Usable og Vitlíkisstovuni saman við fakfólki á Gjaldstovuni. Endamálið er at leggja grundarlag undir eina føroyska heildarætlan fyri vitlíki.

– Vit hava ein greiðan politiskan vilja til at gagnnýta vitlíki til fyrimun fyri samfelag okkara, segði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, tá ið forkanningin varð handað.

Tørvur á greiðari kós

Forkanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur í Føroyum, og at møguleikarnir eru nógvir. Men samstundis verður víst á, at tørvur er á greiðari leiðbeining, sterkari førleikum og betri samstarvi.

Í frágreiðingini verður eisini dentur lagdur á, at føroyskt mál skal tryggjast í nýggju tøknini. Harumframt verður víst á týdningin av góðum almennum tænastum og einum sterkum arbeiðsmarknaði.

UNESCO vil hava regluverk

Sama dag handaði føroyska UNESCO-nevndin Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eitt tilmæli um etiskar leiðreglur fyri vitlíki. Nevndin heitir á føroyskar myndugleikar um at gera lógir og regluverk, sum tryggja stýring og eftirlit við vitlíki.

Í tilráðingini verður dentur lagdur á, at menniskjað skal vera í miðdeplinum, tá ið vitlíki verður ment og brúkt. UNESCO-nevndin vísir eisini á, at vitlíki bæði gevur nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar.

Útbúgving og vitan skulu styrkjast

UNESCO-nevndin mælir til, at bæði næmingar, lesandi og fólk á arbeiðsmarknaðinum fáa undirvísing og førleikar innan vitlíki. Eisini verður mælt til, at almenna vitanin um tøknina verður styrkt.

Nevndin vísir eisini á, at rættindi hjá listafólkum og skapandi vinnum skulu virðast í arbeiðinum við vitlíki. Næsta stigið verður nú, at Gjaldstovan fer undir arbeiðið við einari føroyskari heildarætlan fyri vitlíki. 

Forkanningin mælir eisini til, at royndarverkætlanir verða settar í gongd saman við stovnum og kommunum. Harumframt verður mælt til at stovna eina samskipandi vitlíkiseind, sum skal stuðla arbeiðinum tvørtur um land, kommunur og vinnu.

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

2. mai kl. 09:06