Ongi úrslit

Læruríkur dagur við Palliativa toyminum

VEKS
13. november kl. 13:30

Palliativa toymið hjá Heilsuverkinum hevur í dag sett hol á eina landsumfatandi rundferð, har tey fara at vitja øll eldraøkini í Føroyum við einari spennandi og fakliga áhugaverdari skrá um palliatión.

Rundferðin byrjaði við vitjan hjá VEKS og Vesturvón, har 55 starvsfólk vóru savnaði í Heimistovu á Mørkini. Millum luttakararnar vóru terapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, umframt sjúkrarøktarfrøðingar frá kommunulæknaviðtalunum í økinum.

Endamálið við rundferðini er at styrkja fakliga førleikan og samstarvið millum palliativa toymið, eldraøkini og kommunulæknaviðtalurnar, soleiðis at borgarar, sum hava tørv á palliativari røkt, fáa eitt samanhangandi og virðiligt tilboð, har tey eru.

Dagurin eydnaðist sera væl, og luttakararnir fingu bæði nýggja vitan og førleika til arbeiðið. Eisini varð dentur lagdur á týdningin av tvørfakligum samstarvi og samskifti í palliativari røkt.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48