Ongi úrslit

Kvinnur og uppstilling á Sandi í kvøld

Í kvøld kl. 19 skipar Demokratia fyri tiltaki um kvinnur og uppstilling í Listasavninum á Sandi.

Tíðindaskriv
3. mars kl. 15:00

Komandi dagarnar skipar Demokratia fyri valtiltøkum kring landið fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp til løgtingsvalið. Tiltakið í kvøld er tað fyrsta í røðini.

 

Á skránni í kvøld er samrøða við Katrina Kallsberg, fyrrverandi løgtingskvinnu, ið bjóðar øllum áhoyrarum at seta sær spurningar. Eisini verður framløga frá Demokratia um, hví færri kvinnur velja at stilla upp enn menn. Harumframt framførir eitt av nýggjaru nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, Tóra Trónd, nøkur løg. Óluva Zachariasen er orðstýrari.

Demokratia, sum er eitt samstarv millum politisku flokkarnar, vil við sínum tiltøkum skapa upplýsandi og eggjandi prát um kvinnuumboðan og uppstilling. Saman við royndum politikarum veitir felagsskapurin karmarnar til at fáa svar upp á einhvønn brennandi spurning, sum møgulig valevni munnu ganga við, áðrenn avgerðin verður tikin um at bjóða seg fram.

 

- Tað er alneyðugt fyri okkara fólkaræði, at vit hava sterka kvinnuumboðan á Føroya løgtingi, tá atkvøðurnar eru taldar hóskvøldið 26. mars. Eftir løgtingsvalið í 2022 taldu kvinnur bara 30 prosent av tinglimunum. Hesa støðuna hava vit havt áður, og vit skulu ikki leita longri aftur enn til løgtingsvalið í 2019, fyri at finna seinastu dømið um, at kvinnuumboðanin á tingi minkaði. Skal javnstøðan á løgtingi økjast, er fortreytin, at nógvar sterkar kvinnurøddir finnast á valevnislistunum. Tí ræður um at tryggja, at veljarin hevur nokk at velja í, sigur Demokratia.


Tiltøkini eru ókeypis, og øll eru vælkomin.

Til frama fyri størri kvinnuumboðan á Føroya løgtingi.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47