Ongi úrslit

Kvinnuball í Føroyahúsinum

Stemningur var fantastiskur alt kvøldið

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Eitt áhugavert tiltak var hildið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um mánaðarskiftið. Húsið var tá fult av føroyskum kvinnum í góðum hýri.

Tær høvdu allar leitað sær veg til Vesterbro fyri at hugna sær saman við felagssangi, dansi, undirhaldi við kendum tónleikarum og ikki minst við góðum føroyskum mati.

Umframt felagssangur, sum nærum altíð hoyrir seg til tá føroyingar hittast, vóru fleiri musikalsk innsløg ígjøgnum kvøldið.

Jónas Gaard spældi undir borðhaldinum, og bæði Linda Andrews og Gówa sungu fleiri løg.

Ketti Bueno Ferrer, sum eigur Salsa Vida á Amager, skipaði eisini fyri fleiri innsløgum, so tað skortaði ikki uppá undirhald.

Kvinnan handan tiltakið er Ann Leivsgarð Kronborg. Hon hevur búð nógv ár í Keypmannahavn, har hon starvast sum sjálvstøðug frisør.

-Vit høvdu alt so føroyskt sum vit kundu. Grind, turran fisk, spik og føroyskan durasnaps fra Faer Isles Distillery, sigur Ann.

Hon hevði gingið eina tíð og hugsað um at skipa fyri einum tiltaki. Hon luftaði so sínar planir fyri fleiri av sínum kvinnuligu føroysku kundum, sum allar hildu tað vera eitt sera gott hugskot.

-Knappliga ein dagin, so var tann rætti andin har og eg skrivaði til Andrias, leiðarin í Føroyahúsinum. Eg fortaldi honum um mína ætlan, og bað hann gera mær eitt uppskot uppá mat, høli og alt í hartil hoyrir.

Síðani upprættaði eg eitt event á Facebook, hvar eg bjóðaði nakað yvir 70 kvinnur uppí.

Eg skrivaði á bólkin, at vit sjálvandi vóru nógv fleiri føroyskar kvinnur í Danmark, og bað tær tí taka eina føroyska vinkonu við.

Eftir eina viku, var helvtin av teimum 100 atgongumerkjunum longu seld. Eg kundi melda útselt eina viku áðrenn deadline, sigur Ann, sum hevur staðið fyri øllum sjálv, men hon hevur fingið góða hjálp frá familju og vinum.

Spurd um hettar kanska verður eitt árligt tiltak, svarar hon:

-Hettar var bara fyrstu ferð, tad verður heilt sikkurt aftur næsta ár. Altso stemningur var fantastiskur alt kvøldið, allar vóru í sama hýri og vóru so festligar, fittar og opnar yvirfyri hvørja aðrari.

Eg havi eisini fingið nógv jalig boð um, hvussu fantastisk kvøldið var. So eg gleði meg longu til næsta ár !

Sí videobrot frá tí festliga kvøldinum her

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14