Ongi úrslit

Kvinna skuldsett fyri grovan harðskap - brúkti knív

Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

Tíðliga sunnumorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður var stungin við knívi.

Løgreglan sigur, at talan var um eina veitslu á einum privatu bústaði, har nøkur fólk vóru komin saman, og har bæði rúsdrekka og rúsevni, vóru uppi í.

Løgreglan sigur, at talan var um vaksin fólk. Men tíðliga sunnumorgunin kom onkur av teimum til ilnar, og tað endaði við, at ein kvinna stakk ein mann við knívi.

Hon rakti hann í hondina, tá ið hann tók hondina upp fyri seg at verja seg, og knívurin fór tvørtur ígjøgnum.

Løgreglan sigur, at tey brúktu allan sunnudagin, men sunnukvøldið ringdi kvinnan, sum skuldi havt ført knívin, sjálv til løgregluna, og seinni kom hon eisini sjálv á støðina.

Løgreglan sigur, at hon er skuldsett fyri grovan harðskap, men at hon noktar fyri, at tað er farið soleiðis fram, sum skuldsetingin sigur, og hon varð leyslatin aftur.

Løgreglan hevur eisini avhoyrt fleiri vitni, sum vóru til staðar og málið gongur nú sína gongd í rættarskipanini. Løgreglan sigur, at tey, sum vóru uppi í, eru gamlir kenningar hjá teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48