Ongi úrslit

Kroatia vann bronsuna

Ísland misnýtti ov nógvar upplagdar málmøguleikar, og so vunnu kroatar tepran sigur

Jonhard Hammer
16 tímar síðan

Tað eydnaðist ikki íslendingum at vinna heiðursmerki í EM endaspælinum í hondbólti. Í dag spældi Ísland um bronsukrónurnar. Mótstøðuliðið var Kroatia, og kroatarnir vunnu 34-33. Hálvleiksstøðan var 17-14 til Kroatia, sum var frammanfyri alla tíðina.

Síðstu minuttirnar royndi Ísland at koma afturíaftur, og tað eydnaðist at minka um kroatisku leiðsluna úr 31-26, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og til eitt mál. Tá var tað av álvara spennandi, men tað eyndaðist ongantíð Íslandi at javna.

Stóri trupulleikin hjá íslendingum í dag var leingi, at tað alt ov sjáldan eydnaðist at umseta heilt upplagdar møguleikar til mál. Eitt nú misnýttu íslendingar ofta, tá ið teir vóru leysir á strikuni.

Síðstu fáu minuttirnar vóru íslendingar á tí støði, sum fyrr í kappingini bar avrik við sær, ið bóru bronsudystin við sær. Men tað vísti seg av vera ov seint, og íslendingar síggja út til at vera ógvuliga vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna heiðursmerki.

Heilt stóri maðurin hjá Íslandi í dag var Ómar Ingi Magnússon. Hann skoraði 12 mál, og hann umsetti øll 10 brotskøstini til mál.

Íslendski venjarin hjá Kroatia Dagur Sigurðsson fegnast saman við sínum monnum.

Seinastu vikuna hava kroatarnir kenst at vera slitnir, men í dag vóru teir omaná. Toppskjútti var Tin Lučin, sum skoraði níggju mál.

Felags fyri Kroatia og Ísland er, at avrikini í EM kappingini bera við sær, at tey eru kvalifiserað at vera við í HM kappingini um eitt ár. Hetta er annað árið á rað, at Kroatia vinnur heiðursmerki. Í fjør endaði Kroatia næstfremst í HM endaspælinum.

Ísland – Kroatia 14-17 (33-34)

Mest lisið hesa vikuna

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

18 tímar síðan

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06