Nú eiga føroyskir alarar aftur at sleppa at skjóta kóp. Tað heldur Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn.
Hann vísir á, at kópur er ein stórur - og dýrur trupulleiki hjá alivinnuni. Løgtingsmaðurin vísir á, at frá 2022 til 2023 vaks fellið orsakað av kópi, rættiliga nógv.
Frá 2019 til 2021 tók kópur at kalla ongan alilaks. Men so fór fellið av álvara at veksa og í 2022 tók kópur einar 20.000 - 30.000 laksar.
Men so eksploderaði felllið, tí í 2023 tók kópur einar 400.000 laksar úr føroysku alibrúkunum. Sostatt er fellið, orsakað av kópi, økt umleið 1.200 prosent frá 2022 til 2023, sigur Karlot Hergeirsson.
Fyri nøkrum árum síðani heitti Havbúnaðarfelagið á Landsstyrið um at gera tað ólógligt hjá alarum at skjóta kóp. Bannið kom í gildi í 2019, og tað varð sett í verk fyri at vit framhaldandi skuldu fáa loyvi at útflyta laks til USA.
Í USA varð nevniliga ein nýggj lóg komin í gildi har tað er eitt krav, at lond, sum útflyta alifisk til USA skulu seta bann fyri at skjóta kóp í sambandi við alingina.
Men Karol Hergeirsson vísir á, at síðani er fellið orsakað av kópið, eksploderað. Og nú hevur hann spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, hví fellið av kópið er vaksið so øgiligt.
Hann heldur, at er kópastovnurin vaksin av tí at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp, átti tað ikki at verið nakað forgjørt í at fingið loyvi til at skjóta kóp aftur fyri at minka um stovnin niður aftur á tað hann var.
Hann heldur ikki, at hetta skuldi sett tann amerikanska marknaðin í vanda.
Karlo Hergeirsson vísir eisini á, at talan er um eitt rættliga stórt virði, sum fer fyri skeyti.
Hann sigur, at laksurin, sum varð tikin í 2023, vigaði eini seks kilo í miðal, og prísurin var einar 70 krónur fyri kilo.
Sostatt merkir tað, at í 2023 tók kópur laks fyri einar 168 milliónir
Tí skal Landsstýrismaðurin nú greiða frá um kópastovnurin undir Føroyum er vaksin, og hetta er tí at alarar ikki eru slopnir at skjóta kóp. Høgni Hoydal skal eisini greiða frá um talan er um ein nýggjan kópastovn, sum beinleiðis hevur spesialiserað seg í at taka laks.