Ongi úrslit

Kommunuvalið í Runavík er eindømi í øllum kongaríkinum

Áki Bertholdsen
23 tímar síðan

Enn er kommunuvalið í Runavík ikki endaliga avgreitt, hóast tað nú er eitt heilt ár síðani at tað var.

Tað staðfestir Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Eftir kommunuvalið í Runavíkar kommunu varð klagað um valsvik í Oyndafjørði, og nú arbeiðir løgreglan við málinum.

Og nú hevur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spurt hann, hvussu er við kommunuvalinum í Runavíkar kommunu.

Úrslitið av valinum í Oyndafjørði varð broytt frá uppteljingini valkvøldið til fínteljingina dagin eftir.

Á valinum í Oyndafjørði fekk Jonhard Danielsen tríggjar atkvøður.
Hann sigur, at tá ið fínteljingin hevði verið, varð ein atkvøða hjá honum ógildað, tí har vóru tveir krossar og ein prikkur á listanum.

Úrslitið vr, at hann, og Jóhan Vest úr Oyndarfirði, vórðu javnir í atkvøðum. So var lutakast um býráðssessin og tað lutakastið vann Jóhan Vest.

Men Jonhard Danielsen meldaði málið og løgreglan arbeiðir nú við málinum fyri at vita um talan er um valsvik.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at hetta er eitt mál, sum er eindømi - enntá í øllum kongaríkinum, heldur hann.

Tá metir hann, at tað kann taka drúgva tíð at avgreiða málið, serliga um so er, at tað skal í alla rættarskipanina og endar í Hægstarætti.

Men viðgerðina í rættarskipanini kann landsstýrið einki gera við.

Men hann sigur, at landsstýrið fer ikki at bíða so leingi, men fer at taka eina avgerð áðrenn árskiftið.

Annars vilja tinglimir í andstøðuni hava hann at annulera valið í Runavíkar kommunu, tí tað er ongantíð góðkent.

Men tað er landsstýrismaðurin ikki sinnaður til, tí hann heldur ikki, at landsstýrið kann ikki ógildað eitt væl - skuldi tað víst seg, at einki óregluligt er farið fram.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48