Koks er besta matstova í Norðurlondum

Matstovan frammi við Gjónna varð heiðrað við The Nordic Price í dag

Ingi Samuelsen
3. juni 2018 kl. 17:40

Koks – viðurkenda matstovan frammi við Gjónna – varð í dag heiðrað sum besta matstova í Norðurlondum.

Hetta hendi í dag á matstovuni Tree Top í Vejle í Danmark, har matstovuguidin The 66 Best Restaurants, kjósti Koks til vinnara av The Nordic Price, sum merkir, at Koks verður mett at vera tann besta matstovan av øllum í Norðurlondum.

Harvið vinnur Koks henda heiðurin á øðrum sinni, tí í 2014 varð Koks eisini heiðrað við The Nordic Price. Tað var tá matstovan helt til á Hotel Føroyum.

Tað er ein røð av serstakliga dygdargóðum og nógv róstum matstovum, sum fyrr hava fingið henda heiður.

Listin sær soleiðis út:
2009: Noma, Keypmannahavn
2010: Matsalen, Stockholm
2011: Henne Kirkeby Kro
2012: Maaemo, Oslo
2013: Geranium, Keypmannahavn
2014: Koks, Tórshavn
2015: Maaemo, Oslo
2017: Sabi Omakase, Stavanger
2018: Koks, frammi við Gjónna

Fimm matstovur – ein úr hvørjum av økjunum, sum matstovuguidin arbeiðir við – vóru tilnevndar í ár. Umframt Koks, sum umboðaði norðuratlantiska økið, var talan um Ren-aa í Stavanger, Hotel Borgholm á Ölandi, Babette í Vordinborg og Grön í Helsinki.

Ein dómsnevnd hevur vitjað allar tilnevndu matstovurnar og gjørt eina meting av matinum, tænastuni og upplivingini.

Les meira um hetta: Matstovurnar mugu ikki gloyma siðbundna føroyska matin

Onkur spyr kanska hví Noma í Keypmannahavn ikki var upp á tal. Til tað er at siga, at tann matstovan ikki varð latin uppaftur, tá tilnevningarnar fóru fram.

Les eisini: Dómarar á vitjan, men Poul Andrias ger einki burturúr