Fremstu matstovurnar í Føroyum høvdu í farnu viku vitjan av kræsnum gestum. Talan var um eitt panel av dómarum, sum skulu gera av, hvør matstova verður kosin besta í Norðurlondum.
Koks frammi við Gjónna er ein av matstovunum, ið kunnu koma upp á tal til The Nordic Price í ár, og í hesum sambandi vóru átta dómarar úr ymsum norðurlondum komnir til Føroya at royna matin á einum sokallaðum nomineringsdøgurða á Koks.
Les eisini: Dómarar á vitjan, men Poul Andrias ger einki burturúr
Stigtakari til The Nordic Price er danin Bent Christensen, sum eisini gevur út matvegleiðaran Den danske Spiseguide.
Hesa vikuna koma dómararnir saman fyri at taka endaliga avgerð millum úrvaldu matstovurnar í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Norðuratlantiska økinum. Avdúkingin av vinnaranum fer fram á einum tiltaki í Vejle 3. juni.
Stórbært upplivilsi frammi við Gjónna
Bent Christensen vil, sum vera mann, einki avdúka um hvør fer við prísinum, men hann sigur tó so mikið, at upplivilsið frammi við Gjónna týsdagin í farnu viku var eitt upplivilsi av teimum heilt, heilt góðu. Orðið ”outstanding” varð brúkt, sum so ofta tá móðurmálinum trýtur orð fyri tað stórbæra. Um tað er nóg mikið til at Koks verður valt, er ein onnur søga, men Koks hevur so roynt fyrr at verða útvald til bestu matstovu í Norðurlondum – tað var í 2014.
Ferðalagið var í Føroyum í fleiri dagar, og nýtti høvið at vitja fleiri matstovur, sum harvið eisini fáa møguleikan at koma við í Den danska Spiseguide, sum kemur út í heyst, og nú eisini umfatar matstovur í kongaríkinum, við tað at Føroyar og Grønland eru við.
(greinin heldur fram undir myndini)
Bent Christensen (t.v.) og norski vínkennarin Arne Ronold, kasta seg yvir kongafiskin hjá Barbaru (Mynd: Ole Haupt)
Nógv hent seinastu árini
Skoðsmálini til útboðið á føroysku matstovunum eru góð.
- Eg má siga, at tað er ótrúligt, sum nógv er hent síðan eg fyrstu ferð var í Føroyum fyri 10 árum síðani, og undraðist yvir, at føroyskar matstovur ikki gjørdu meira við stóra úrvalið av góðum rávørum, sum eru í nærumhvørvinum.
- Talið av matstovum er týðuliga økt, og tað gleðir meg, at tað er eydnast tykkum at hava so stórt fjølbroytni í útboðnum, bæði tá tað kemur til matin og ikki minst hvat umhvørvinum og innrætting av matstovunum viðvíkur.
- Tað liggur jú ein vandi í, at tað fer Jensen’s Bøfhús í tað, sum vit siga – tá allar matstovurnar verða gjørdar eftir sama leisti. Men tað upplivir ein als ikki í Føroyum, og tað er super, sigur Bent Christensen.
Saknar tað almindiliga
Tá tað er sagt, so er alt ikki bara positivt sambært roynda matummælaranum.
- Jú maturin er góður, men har er okkurt eg sakni. Tað er fínasta slag, at framfýsnu kokkarnir royna at eksperimentera og royna at vera avangardiskir og ekstremir. Tað er ógvuliga spennandi, og sanniliga eisini nakað, sum matturistar vilja ferðast langt eftir at uppliva.
- Men eg má siga, at eg sakni tað meira almindiliga, serliga tá tað kemur til útboðið av fiskarættum.
- Tað tykist sum ongi mørk eru, tá tað kemur til nýhugsan við tara og igulkerum og røstum av ymsum slag. Men eg sakni tað gerandisliga. Ein tosk, reyðsprøku, tungu og skøturavar. Eg veit, at tit kunnu skaffa slíkan fisk daggamlan, og harvið gera tað nógvar ferðir betri enn tær bestu matstovurnar í Fraklandi, Spania ella Italia kunnu.
- Men eg fann tað ikki. Kanska var eg ikki í Føroyum til røttu tíð, ella kanska ikki á rætta stað. Men eg haldi tað er spell, at eg ikki kundi fáa tann einfalda fiskamatin eisini, sigur Bent Christensen.
Koks, KC og Fútastova
Í prátinum við Bent Christensen framgongur, at tað serliga eru tríggjar matstovur, sum hava gjørt jaligt inntrykk á túrinum hesaferð. Vitjanin á Koks verður nevnd sum nakað heilt serligt, men eisini Katrina Christiansen og Fútastova verða framhevjaðar sum framúr upplivingar.
Tey vitjaðu eisini onnur støð, so sum Tarv, Barbaru, Smyrjibreyðsbúðina, Gras (matstovan á Hotel Føroyum, red.) og Etika. Gott, góðkent, kanska av handahógvi merkt, men ikki so nógv meira enn tað, hóast nógvir av rættunum vóru absolutt góðir, sigur Bent Christensen.
Dómaraliðið var á Koks mikukvøldið (Mynd: Ole Haupt)