Dómarar á vitjan, men Poul Andrias ger einki burturúr

Koks millum tær seinastu fimm matstovurnar at gerast best í Norðurlondum

Ingi Samuelsen
1. mai 2018 kl. 14:50

Í annaðkvøld fær matstovan Koks serligar gestir, nevniliga eitt lið av dómarum frá viðurkendu matstovuguidini, Nordic 66 Best Restaurants. 

Tey koma til ein sokallaðan ’nomineringsdøgurða’, tí matstovan frammi við Gjónna er útnevnd millum teir fimm finalistarnar til at verða kjósaðir til ársins norðurlendsku matstovu. 

Men Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, tekur tað heilt róligt. 

- Nei, vit ætla als ikki at gera nakað serligt burturúr. Vit fara at borðreiða tað sama fyri teimum, sum vit gera fyri øllum hinum gestunum, sum koma á matstovuna, sigur Poul Andrias Ziska. 

The Nordic Price
At fáa sín matkynstur dømdan av kræsnum dómarum er nakað, sum tær fremstu matstovurnar í heiminum alla tíðina skulu liva við. Oftast koma ummælararnir á ófráboðaða vitjan – tað vil siga, at starvsfólkið á matstovunum fáa ikki at vita, nær ein ummælari ella dómari frá Michelin guidini ella onkrum øðrum týðandi tíðarriti koma á vitjan. 

Men til The Nordic Price verður boðað frá frammanundan, nær dømingin fer fram, so matstovurnar hava møguleikan at gera nakað serstakt burturúr. 

Tað er gitni danski matummælarin, Bent Christensen og hansara Den danske Spiseguide, sum eisini stendur aftan fyri guidina Nordic 66 Best Restaurants og The Nordic Price. 

Longu seinasta heyst fekk Koks at vita, at føroyska matstovan var millum teirra, sum kundu koma upp á tal, og í november var greitt, at Koks eisini var millum tær fimm seinastu. Valdar verða ein matstova úr hvørjum norðurlendskum øki. Í ár er tað Re-Naa í Stavanger, umboðandi Noreg, Hotell Borgholm á Ölandi umboðandi Svøríki, Babette í Vordinborg umboðandi Danmark, Grön í Helsingfors umboðandi Finnland og so Koks umboðandi norðuratlantiska økið. 

Vinnarin verður avdúkaður á einum galladøgurða á matstovuni Tree Top í Vejle í Danmark 3. juni. 


(Mynd: Mortan í Hamrabyrgi á Instagram)

Koks vunnið fyrr
Henda kjósanin er ikki ókend fyri Koks. Matstovan vann heiðurin í 2014. Tá hevði matstovan bústað á Hotel Føroyum.

Leif Sørensen, fyrsti høvuðskokkurin á Koks, fekk í fjør serligan heiður frá Den Danske Spiseguide, tá hann varð ikoniseraður sum gastronomisk legenda. Næmingurin og núverandi høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska, var í fjør eisini heiðraður sum ”Årets Kokkeprofil”. 

Og, sum sagt, so tekur ”Årets Kokkeprofil” tað heilt róligt, nú hann hevur møguleika at vinna heiðurin sum ársins norðurlendska matstova. 

- Okkum nýtist ikki at gera nakað serligt burtur úr júst hesum gestunum. Umstøðurnar, sum vit hava her frammi við Gjónna er nóg mikið, kombinerað við, at vit hava atgongd til rávørur av fyrsta floks góðsku, sum kanska fleiri aðrar matstovur ikki hava møguleika fyri, sigur Poul Andrias Ziska. 

Smæðast ikki við tað ræsta
Spurdur um, hvat serligt útlendsku dómararnir skulu vænta, sigur Poul Andrias. 

- Okkara matskrá er serlig á tann hátt, at vit hava føroyskan mat við. Vit borðreiða við røstum kjøti, røstum fisk og garnatálg. Nakað, sum tú ikki kanst fáa á hinum matstovunum, sum eru upp á tal at vinna The Nordic Price. 

- Vit royna ikki at pakka tann serføroyska smakkin inn. Men vit royna tó at borðreiða hann á ein øðrvísi hátt, enn føroyingar vanliga kenna til, og eisini við hjálp av onkrum serligum teknikkum, sigur Poul Andrias Ziska. 

Áhugin stórur
Hann letur væl at byrjanini hjá Koks frammi við Gjónna, nú tey hava havt opið í skjótt ein mánaða.

- Tað tekur sjálvandi eitt sindur av tí at fáa rutinurnar upp á pláss, men vit eru við at hava funnið út av tí nú. Logistikkurin er ein avbjóðing, tá tú velur eitt slíkt serligt stað at hava matstovu, ásannar Poul Andrias Ziska. 

Áhugin fyri at eta á Koks er stórur. Útselt er ein stóran part av sumrinum, tó at tað enn er møguleiki at finna pláss okkurt av kvøldunum. 

Vanliga eru millum 19 og 22 gestir á Koks hvørt kvøld. Dagliga manningin av kokkum og tænarum telur 12 tilsamans.


(Mynd: Mortan í Hamrabyrgi á Instagram)