Fyrr í ár var tað Vágs kommunua, sum beyð barnafamiljum ókeypis barnaansing í desembermánaði.
Har verður sostatt eitt sindur meira av plássi í fíggjarætlanini hjá vágbingum til at keypa jólagávur – bæði í ár og næsta ár.
Nú gera tey nakað tað sama í Klaksvík.
Barnafamiljurnar sleppa undan ansingargjaldi í desember- og januarmánaði.
Klaksvíkar býráð hevur tikið stig til at geva foreldrum at børnum, ið ganga á dagstovni ella í frítíðarskúla, frítt gjald í tveir mánaðir.
Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru hægri, enn mett varð, og býráðið er samt um, at henda meirinntøka skal koma barnafamiljunum til góðar við einum munagóðum lætta.
– Vón okkara er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljuni eitt frírúm, nú ið jólahøgtíðin eisini nærkast, sigur Karl Johansen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.