Ongi úrslit

Kjakast um abort og pengar í Reinsarínum

Frihedsbrevet bjóðar enn einaferð inn til politiskt kjak leygarkvøldið klokkan 20. Eitt kvøld, har politikararnir sleppa til orðanna um nøkur týðandi viðurskifti.

Tíðindaskriv
5 tímar síðan

Evnini eru tvinni, sum fylla nógv millum mannað og í miðlunum: abortmálið og fíggjarligu støðuna. Hetta seinna evnið fer bæði at snúgva seg um blokkstuðulin, tilfeingisgjøld og fíggjarstøðuna hjá okkum øllum. 


Kjakið er skipað í tveimum, umboð fyri allar politisku flokkarnar eru við og tiltakið verður stroymt beinleiðis á Facebook og givið út sum poddvarp seinni.


Hetta er fjórða ferðin, at Frihedsbrevet skipar fyri Val á veg í Reinsarínum. Hini tiltøkini hava øll verið bæði lívlig og væl vitjað.


Val á veg verður leygarkvøldið 21. mars klokkan 20.00.


Barbara Holm og Jan Lamhauge eru vertir.


Øll eru vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46