Eftir lesarabrøv míni viðvíkjandi útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági, har Vága kommuna uttan byggiloyvi, uttan loyvi frá friðingarmyndugleikanum og uttan ognarskap nýtir skattgjaldarans pening í heimildarloysi, havi eg fingið nógvar spurningar frá fólki, ið spyrja, hvat tað er, sum fyriferst. Orsøkin til at tey spyrja meg er, at borgarin í Vága kommunu er líka so lítið kunnaður í dag, sum tá málið sá dagsins ljós fyri júst ári síðan.
Tá kommunan varð avdúkað í lógloysinum, var borgarstjórin í Degi og Viku, har hann greiddi frá, at býráðið nú fór at syrgja fyri, at øll lógarkrøv vórðu hildin, áðrenn byrjað varð upp á nakað arbeiði at byggja út kirkjugarðin.
Tað er tó sjón fyri søgn, at soleiðis gjørdist als ikki – tvørturímóti!
Tá fólk tykjast sakna at verða kunnað um hetta málið, fari eg næstu tíðina at greiða frá støðuni viðvíkjandi hesi bygging í nøkrum lesarabrøvum.
· Fyrsta kunningin snúði seg um um vantandi loyvi frá friðingarmyndugleikanum
· Onnur um vantandi byggiloyvi
· Triðja um støðuna viðv. vantandi ognarskapi til lendi, bygt verður á.
Síðan verður nomið við onnur viðurskifti viðvíkjandi fullkomiliga avskeplaðu fyrisitingina í hesum máli.
.
Hví hevur Vága kommuna einki byggiloyvi til útbygging av verandi kirkjugarði?
Sum nevnt í lesarabrævi mínum fyrr í vikuni, ið snúði seg um vantandi loyvi frá friðingarmyndugleikanum, fari eg nú at greiða frá, hví Vága kommuna einki byggiloyvi hevur til útbygging av verandi kirkjugarði.
“Hví hevur Vága kommuna einki byggiloyvi til útbygging av verandi kirkjugarði?”
Henda spurning havi eg fingið mangar ferðir, síðan eg fór at úttala meg um hetta mál. Spurningin havi eg enntá fingið fleiri ferðir frá sitandi býráðslimum í Vága býráði!
Lat meg greiða frá:
Byggiloyvi krevja serliga fyrisitingarliga viðgerð hjá býráðnum. Treytir skulu verða loknar viðv. umsókn, fylgiskjølum, tekningum, partshoyringum o.ø., ið kann vera viðkomandi, tá býráð skal taka avgerð, hvørt loyvi kann verða givið til ætlaða bygging.
Støðan hjá t.d. grannum til ætlaða bygging (men eisini øðrum, ið kunnu ávirkast av bygging) skal altíð takast við, tá avgerð skal takast, hvørt byggiloyvi skal verða givið. Tá er uppgávan hjá kommununi skrivliga at greiða viðkomandi hoyringsparti frá faktisku umstøðunum í málinum og geva hóskandi tíð til partin at svara aftur skrivliga.
Sambært fyrisitingarreglunum skulu allar viðkomandi upplýsingar, ið kunnu ávirka, hvør avgerð skal takast, verða tiknar við. Vantandi partshoyring – t.d. av grannum, ið ávirkast beinleiðis av avgerð – førir tí altíð til ógildan. Hetta hava vit t.d. sæð í málinum um ætlaða bygging av nýggjari kirkju á Argjum.
Í ávísum førum kunnu t.d. umhvørvisárinskanningar viðv. dálking, óljóði, lukti o.ø. vera viðkomandi, tá avgerð skal takast. Eisini bruna- og tilbúgvingarmyndugleikar kunnu vera viðkomandi hoyringspartur.
Onnur atlit, ið kunnu vera viðkomandi, eru t.d., hvussu ein ætlan bygging stendur seg fagurfrøðiliga, mentanarliga, siðsøguliga, byggifrøðiliga o.s.fr., o.s.fr.
Hesar hoyringar og atlit skulu sjálvsagt gerast, áðrenn myndugleikin (í hesum føri býráðið) tekur avgerð, hvørt loyvi verður givið ella ikki.
Tá Vága kommuna ætlaði sær í holtur við útbyggingina av verandi kirkjugarði, kom óvart á býráðið, at lendið sambært byggisamtyktini var frílendi, har ikki kundi byggjast. Farið varð síðan undir at broyta byggisamtyktina, tí byggisamtyktin er bindandi, og byggiloyvi, sum ikki er í tráð við samtyktina, má ikki gevast. Hetta minnir Umhvørvismálaráðið Vága kommunu á í telduposti hin 23. mei í fjør.
Nærmasti granni liggur 20 m. (og ikki 300 m., sum borgarstjórin segði í Degi og Viku) frá kirkjugarðinum – og hevur nú mist alt sítt útsýni yvir Stórá, hólmarnar og sandin og kemur ístaðin at síggja inn í ein garð og yvir ein kirkjugarð. At tað hevur við sær eina munandi virðisminking fyri eina ogn, kann ein og hvør siga sær sjálvum! Tá so harafturat kemur sera truplu atkomu- og parkeringsviðurskiftini, hesin granni nú hevur fingið, er spurningurin, um tílík hús yvirhøvur kunnu seljast, skuldi tað verið ætlanin einaferð í framtíðini.
Og so kemur spurningurin um rennisjógvin og brúsandi yvirflóð, tá rennisjógvur, áarføri og toybil er. Tá hava hesi hús havt stórar trupulleikar fyrr og teir vera munandi verri, nú sjógvurin og áin ikki sleppur aðrastaðni. (Sí mynd niðast)
Heldur ikki aðrir grannar, ið m.a. verða ávirkaðir av broyttu ferðsluni, hava enn verið partshoyrdir.
Hin 12. mei í fjør upplýsti Vága kommuna í telduposti, at farið varð undir at viðgera møguligt byggiloyvi, tá málið um broyting av byggisamtyktini var endaliga avgreitt. Hetta mál var góðkent hjá Umhvørvismálaráðnum hálvan des. mánaða í fjør.
Hyggja vit í gerðabókina hjá Vága býráði síggja vit, at málið um byggiloyvi til útbygging av verandi kirkjugarði tó framvegis ikki hevur verið til viðgerðar.
Sostatt er einki byggiloyvi til útbygging av verandi kirkjugarði í Sandavági!
...
Hvussu gjørdu “teir gomlu”?
Vága kommuna gav í 2024 saman við Forlagnum Ytstifjórðingur út trý bind um Miðvágs kommunu 1873 – 2008. Sonni Jacobsen hevur skrivað. Í aðru bók lesa vit á s. 353-355 um tá nýggi kirkjugarðin í Miðvági varð bygdur (í 1933). Hetta er sera áhugaverdur lesnaður! Her síggja vit, at teir, ið tá ráddi fyri borgum, hildu hesi viðurskifti vera av so stórum týdningi, at teir koyrdu málið út til fólkaatkvøðu í Miðvági!
Høvdu sitandi býráðslimir í Vága kommunu lisið hesa frásøgn, høvdu teir eisini verðið varugir við, hvussu viðgerðin til at fáa neyðug loyvi at byggja kirkjugarð tá fór fram – og harvið kunnað gjørt sær nakrar hugsanir um, hvussu tílíkt mál í dag eigur at fara fram!
...
“Hví gevst tú ikki bara at mótmæla?
Fleiri ferðir havi eg fingið spurningin: “hví gevst tú ikki bara at mótmæla? Her er alt liðugt”
Svarið hjá mær er: “Nei, her er einki liðugt, so leingi sum kirkjugarðurin ikki er tikin í nýtslu og eg fái meg snøgt sagt ikki at trúgva, at myndugleikarnir ikki koma at steðga hesum ørskapinum til endans”.
Vit hava nú fingið nýtt landsstýri. Eyðdis Hartmann Niclasen er sett sum landsstýriskvinna í m.a. heilsu-, orku- og umhvørvismálum. Tað var Eyðdis sjálv sum táverandi borgarstjóri fyri Vága kommunu, ið ásetti hesa framúr náttúruvøkru perluna sum frílendi, har einki skuldi byggjast. Takk havi hon fyri tað!
Nú fær hon hetta málið at taka støðu til sum fyrisitari av heilsu og umhvørvi, ið als ikki hevur verið tikið fyrilit fyri í hesum málinum.
Jacob Vestergaard er settur at umsita landbúnaðarmál. Jacob hevði fyri stuttum fyrispurning, ið snúði seg um, hvat lendi ein kommuna kann ognartaka. Tá havt verður í huga, at lendið, talan her er um, er fjøra, er vert at hava í huga orðini hjá Jacobi í løgtinginum herfyri: “mann kann ikki lóggeva fyri flóð og fjøru”.
Eisini Jacob kemur at hyggja upp á hetta málið, har kommunan hevur bygt á lendi, hon ikki eigur (og ikki hevði kunnað ognartikið).
Síðst, men ikki minst, er Bárður á Lakjuni, sum er settur at umsita m.a. kirkjumál. Fólkakirkjan var yvirtikin í 2009. Nú vit skriva 2026 eru framvegis kunngerðir, ið ikki eru lýstar eftir yvirtøkuna. Nýggja samgongan hevur stungið út í kortið at fáa hesi viðurskifti endaliga upp á pláss. Herímillum eru mannagongdirnar fyri bygging og útbygging av kirkjugørðum, har strong krøv eru til m.a. fólkaheilsuspurningar og tað, at kirkjugarðar skulu vígast. Hesar kunngerðir eru fevndar av málsøkinum kirkjumál, sum altso var danskt málsøki, men nú er yvirtikið. Tískil liggur alt, ið varð fevnt av donsku fólkakirkjuni, tá yvirtøkan varð framd, nú undir føroysku fólkakirkjuni – og harvið er hægsti myndugleiki sitandi landsstýrismaður í kirkjumálum!
Eg fái meg ikki at trúgva, at Bárður ikki beinanvegin fer at syrgja fyri at seta hetta málið á stand-by, og geva fólkakirkjuni boð um, at vit við virðing fyri teim deyðu ikki eftirlíka ætlan Vága kommunu at jarða fólk í fjøru, á ogn, kommunan ikki eigur og sum bispur ella prestur í fólkakirkjuni skal víga, áðrenn tað verður tikið í nýtslu.
Vit hava sum kunnugt fleiri enn 120 gravir, ið kunnu rívast um, so eingin neyð er við tað fyrsta.
Vit kunnu so ikki liva við, at nakað menniskja verður jarðað í ein ólógligan kirkjugarð í fjøruni.
...
Hvussu fara við fram nú?
Sum býráðnum kunnugt er framvegis stór mótstøða og ónøgd um tað virksemi, ið kommunan longu – í heimildarloysi – hevur framt í økinum.
Tá býráðið fer at fremja lógarkravdu viðgerðina av byggiloyvi til ætlaða útbygging av verandi kirkjugarði, skulu m.a. eisini tær fleiri 100 undirskriftirnar, ið eru savnaðar, móti ætlanini, takast við í viðgerðini.
Tá fáa so verandi býráðslimir – ið higartil hava sagt seg ongan møguleika hava at broyta upp á hetta málið – høvi at vísa, hvør dugur er í teimum!
Hóast borgarafundur framvegis ikki hevur verið um útbygging av verandi kirkjugarði, fer býráðið nú at hava borgarafund um aðrar ætlaðar broytingar í byggisamtyktini. Orsøkin verður søgd at vera: ... opinleiki – livst so spyrst!
Lat okkum tá koma til einastu røttu avgerðina í hesum máli: ikki at víðka kirkjugarðin, men fáa sum frægast burturúr økinum, sum tað nú er komið at liggja.
Tað, sum er framt, fáa vit ikki gjørt ógjørt. Men tvinnir kostir eru tó tíbetur framvegis: antin at leggja økið aftur, sum tað framúr væl frágingna frílendið við koyrivegi (ið so t.d. kann vera opin fyri bilaferðslu einans sunnudagar og tá kirkjugongd annars er) ella skipa fyri, at garðurin verður laðaður uppaftur, har hann var, og restin verður eitt fríøki burturav til at njóta hjá stórum sum smáum.
So kunnu vit vera errin av okkara framskygni og vísa fyri allari verðini, at til ber at vísa fólki og náttúru ta virðing, hon hevur uppiborið.