Næsta vikuskiftið vera stórfingnar konsertir við Kim Hansen og Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum í Havn. Melodiøsur poppur og symfoniskur tónleikur hittast í heitum lógvataki, og í front verður meistarligi poppsangari og klaverspælarin Kim Hansen, sum við sínari eyðkendu rødd, framúr klaverspæli og tónaborna fólkatekki hevur verið ein profilur í føroyskum tónleiki í meira enn 30 ár.
Hetta verður ein heilt serstøk løta hjá 53 ára gamla nólsoyinginum, Kim Hansen, sum alt sítt vaksna lív hevur verið tónleikari og hevur spælt í øllum hugsandi samanhangum. Hann hevur framført óteljandi ferðir sum solistur við klaverinum á stórum og smáum tiltøkum, almennum sum privatum, hann hevur spælt í rockbólkum sum Taxi og Moirae, og hann hevur spælt undir hjá nógvum sangarum. Kim er eisini dugnaligur lagskrivari og tónleikaframleiðari, og hann hevur verið við at skapa og innspæla eina langa røð av sangum og útgávum ígjøgnum árini.
Í nógv ár arbeiddi Kim saman við vinmaninum Kaj Johannesen, sála, sum eisini var partur av bólkinum Moirae. Kaj skrivaði tekstir og Kim gjørdi løg. Ein tann kendasti sangurin er "Meistarin", ið eisini stendur í føroysku sálmabókini. Aðrir kendir sangir, ið Kim hevur sungið, eru "Maria", "Fagri flokkur", "Løtan" og "Elska meg nú". Talan er um eina landaplágu fyri og aðra eftir.
Kim og gestir
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spæla Kim Hansen við bólki og Føroya Symfoniorkestur konsertir í Norðurlandahúsinum í Havn. Verkætlanin byrjaði í 2024 og er grundað á tætt samstarv millum Kim Hansen og Føroya Symfoniorkestur – líka frá hugskoti til konsertframførslu.
Tónleikaskaparin Magnus Johannesen hevur lyklaleiklut á konsertini, tí hann hevur gjørt nýggju útsetingarnar fyri symfoniorkestur av kendum sangunum, sum verða framførdir á konsertini. Magnus hevur áður brillierað við útsetingum av sangum hjá eitt nú Marius Ziska á líknandi konsert saman við Symfoniorkestrinum.
Til hesa serligu konsertina fær Kim Hansen vitjan av nøkrum sangarum, sum hann hevur samstarvað. Lena Anderssen, Jens Marni Hansen og MC Restorff, ið øll eisini eiga hvør sína stjørnu á føroyska tónleikapallinum, vera gestir og fara at leggja aftrat spennandi konsertkvøldinum.
Fyrra konsertin við Kim Hansen og Føroya Symfoniorkestri verður fríggjakvøldið, og tann seinna, sum er útseld, verður leygarkvøldið. Talan er um standikonsertir, ið báðar byrja klokkan 19:30.