Ongi úrslit

Kanna eitt ferðsluóhapp - og tvey møgulig innbrot

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Løgreglan fer at brúka dagin í dag upp á at kanna eitt ferðsluóhapp og tvey møgulig innbrot.

Beint eftir midnátt fór ein bilur út av í hálku á Oyggjarvegnum, beint sunnan fyri Lambafellið, sum er oman fyri Havnarlagið á Sundi

Løgreglan sigur, at bilurin fór illa. Fýra fólk vóru í bilinum og tey fóru øll til læknakanningar - men tað sá ikki út til at vera nakað álvarsligt.

Løgreglan sigur, at bilførarin var edrúur, men nú fara tey at kanna, hví bilurin fór út av.

Annars hevur løgreglan, tvær ferðir, fingið boð um, at óbodnir gestir hava verið á hátt í tveimum vinnubygningum í Havn.

Løgreglan veit ikki, hvussu hetta hongur saman, ella um nakað er stolið, men eisini tað verður kannað.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 22:00

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10