Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin
Eftir at træið er tendrað, verður drekkamuður og so sangløta í Fríðrikskirkjuni
nes.fo
3 tímar síðan
Leygardagin 30. november klokkan 15 verður jólatræið við kommunuskrivstovuna á Toftum tendrað.
Sanna Hansen heldur røðu og tendrar jólatræið. Hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag luttekur.
Eisini fáa børnini jólapakka frá jólamonnunum.
Aftaná verða øll boðin til kakao, kaffi, te og bollar í kirkjukjallaranum.
Kl. 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni.
Tey luttakandi eru:
Kirkjukórið, menninir í Undirhúsinum, Annika Mortansdóttir, Jóhan Magnus Gunrim, Erla Bech Nolsø og Jóhanna Sámalsdóttir