Ikki minni enn 11 føroyingar bjóðaðu seg fram til kommunuvalið í Danmark sum var í gjár.
Ein teirra er Jóannes Miðsgarð úr Klaksvík sum stillaði upp í Keypmannahavn, umboðandi Venstre. Hann var 1402 atkvøður frá at koma inn og tað er eitt flott úrslit, tá hugsað verður um hvussu nógv fólk stilla upp í Danmark.
Jóhannes skrivar á Facebookbólkin Føroyingar á Øresundskollegiunum:
-Tað gjørdist til 259 atkvøður. Hvør einasta atkvøða ger meg stoltan, og eg takki hjartaliga hvørjum einstøkum av tykkum. Men ikki nóg mikið at sleppa inn - hesuferð
95,6 % av teimum persónligu eru taldar – so helst dettur onkur afturat, hóast tey seinastu økini ikki eru støð, har eg vænti at standa so sterkt.
Hvør einasta atkvøða ger meg ernan, og eg takki inniligani hvørjum og einum tykkara.
Tað hevur verið eitt ymisktháttað og eitt læruríkt valstríð – og á leiðini havi eg eisini fingið nýggj sambond, eisini tvørtur um politisku mørk.
Eg stóð sterkur á einum valstaði í Ørestad Syd, og samstundis hava føroyingar spjaddir kring alla býin valt at sýna mær álit.
Tað hevur týdning – og eg fari at arbeiða víðari við at kunna, ávirka og prika til mínar keldur og sambond í politisku skipanini í Keypmannahavn, fyri føroyingar og fyri Ørestad Syd.
Stóra takk. Stóra takk.
Ps. Um onkur sær eina plakat sum eg ikki havi tikið niður so vinarliga sig mær frá