Nú er tað greitt, at EM finalan í manshondbólti verður millum Danmark og Týskland. Í kvøld vann Danmark sera dramatiska hálvfinalu móti Íslandi.
Úrslitið var 31-28 eftir hálvleiksstøðuna 14-13 til Danmark.
Ísland legði sera bragdliga fyri, og tað var ikki fyrrenn 20 minuttir vóru farnir, at tað eydnaðist Danmark at fáa leiðsluna. Íslendingar tóku danir á bóli, og tíðliga í fyrra hálvleiki vóru báðir teir donsku miðverjarnir – Magnus Saugstrup og Simon Hald – samstundis útvístir.
Mathias Gidsel var danskur toppskjútti við sjey málum. Næstbesti danski málskjúttin var Jóhan á Plógv Hansen. Fýra ferðir umsetti hann brotskøst til mál, og tvær ferðir var hann púra tryggur, tá ið hann var leysur úr spískum í høgru.
Á miðumfarinum tapti Danmark móti Portugal. Ta ferðina varð danska avrikið hildið at vera væl undir miðal. Í kvøld var tað sera intenst, og spælararnir á báðum liðunum góvu seg fult og heilt. Íslendingar vístu aftur í kvøld, at teir eiga landslið, sum hevur væl uppiborið at vera við í kappingini um heiðursmerkini.
Nógvir av íslendsku spælarunum eru lættbeintir og duga væl at bjóða av ein móti einum. Til dømis Ómar Ingi Magnússon, sum skoraði seks mál. Bestu málskjúttar hjá Íslandi vóru Janus Daði Smárason og Orri Freyr Þorkelsson, sum skoraðu 8 og 7 mál. Orro Freyr skoraði seks ferðir við brotskasti.
Seinnapartin sunnudagin fer Ísland at spæla um bronsukrónurnar móti Kroatia.
Sunnukvøldið klokkan 17 fer Danmark at spæla um EM gullið móti Týsklandi. Hetta er fimta ferðin á rað, at Danmark er annað liðið í finalu í endaspæli.
Ísland – Danmark 28-31 (13-14)
Ísland: Viktor Gísli Hallgrímsson, Björgvin Páll Gústavsson, Óðinn Þór Ríkharðsson 1, Janus Daði Smárason 8, Viggó Kristjánsson 1, Bjarki Már Elísson, Elvar Örn Jónsson, Gísli Þorgeir Kristjánsson 2, Ýmir Örn Gíslason, Ómar Ingi Magnússon 6, Þorsteinn Leó Gunnarsson, Elliði Snær Viðarsson 3, Orri Freyr Þorkelsson 7, Arnar Freyr Arnarsson, Teitur Örn Einarsson, Haukur Þrastarson, Einar Þorsteinn Ólafsson
Danmark: Emil Nielsen, Kevin Møller, Niclas Kirkeløkke, Magnus Landin 4, Emil Jakobsen 2, Rasmus Lauge 1, Magnus Saugstrup 2, Mathias Gidsel 7, Mads Mensah, Jóhan á Plógv Hansen 6, Lasse Andersson, Simon Hald 1, Mads Hoxer 1, Thomas Arnoldsen 2, Simon Pytlick 5, Lasse Møller