Løgtingið varð sett nú klokkan 10. Tað var Jenis av Rana, ið er elsti tingmaður, og sum hevur sitið á tingi síðani í juli 1994, sum setti tingið.
Tá ið valbrøvini vórðu kannað, og løgtingið hevði góðkent valið, valdi tingið Johan Dahl til nýggjan løgtingsformann.
Elsebeth Merzedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum varð vald til fyrsta næstformann, og í lutakasti við Javnaðarflokkin varð Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi vald til annan næstformann. Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum er triði næstformaður.
Einasti tingmaður, sum ikki atkvøddi fyri nýggja formanninum, var Jenis av Rana.