Ongi úrslit

Jógvan Zachariassen heiðraður í Estlandi við “The Ecumenical Award 2025”

Jógvan arbeiðir fyri missiónsfelagsskapin Billy Graham Evangelistic Association (BGEA) og ferðast víða um í Evropa, har hann fyrireikar og leiðir felagskristin evangelisk tiltøk í samstarvi við lokalar kirkjur og samkomur. Hesi tiltøk eru partur av arbeiðinum, sum BGEA rekur kring allan heimin

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Á hvørjum ári verður The Ecumenical Award latin einum persóni, bólki ella felagsskapi, sum á serstakan hátt hevur arbeitt fyri at menna og styrkja einleikan millum kirkjur og samkomur í teirra fjølbroytni og ymiskleika, og harvið hevur verið við til at menna estonska samfelagið á einum ella fleiri økjum í lívinum.

 

Estoniska Samkirkjuráðið (Estonian Council of Churches), undir leiðslu av lutherska biskupinum, hevur avgjørt at heiðra Jógvan fyri hansara serliga og framúrskarandi arbeiði at sameina kirkjur og samkomur úr øllum kristnum trúarrætningum í Estlandi. Heiðurin verður latin fyri hansara leiklut, sum leiðari, saman við sínum toymi, at savna fjøldbroyttar kirkjur og samkomur um boðskapin um Jesus Kristus gjøgnum Lootuse Aeg festivalin, sum varð hildin í Tallinn í oktober í ár. Festivalurin er størsta felagskristna evangeliska tiltakið í Estlandi í fleiri áratíggju.

 

Jógvan arbeiðir fyri missiónsfelagsskapin Billy Graham Evangelistic Association (BGEA) og ferðast víða um í Evropa, har hann fyrireikar og leiðir felagskristin evangelisk tiltøk í samstarvi við lokalar kirkjur og samkomur. Hesi tiltøk eru partur av arbeiðinum, sum BGEA rekur kring allan heimin.

 

Í 2026 fer Jógvan at arbeiða í Vilnius í Litava, har hann aftur fer at leiða eitt toymi, sum hevur til endamáls at sameina kirkjur og samkomur úr øllum trúarrætningum í landinum, so tær saman kunnu boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus í teirra egna landi.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

20 tímar síðan

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10