Ongi úrslit

Íverksetan er vorðin ein natúrligur partur av Føroyum – men fíggingin er framvegis fløskuhálsurin

Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Sóley Heradóttir Hammer er leiðari í Hugskotinum – nýskapanar- og íverksetaraumhvørvinum hjá Tórshavnar kommunu, sum heldur til í Sjóvinnuhúsinum. Hugskotið er stovnað í 2014 og hevur, síðani tá, verið við til at seta ferð á alskyns verkætlanir og fyritøkur. Dimma hevur tosað við Sóley, sum hevur arbeitt við íverksetan síðani 2011. Hon setur orð á, hvussu nógv er broytt í Føroyum, hvat 2025 serliga hevði at bjóða uppá – og hvat hon heldur eigur at verða næsta stóra stigið, um vit vilja síggja fleiri føroyskar suksesir komandi árini.

Tú stendur á odda fyri Hugskotinum. Hvat er tín leiklutur?

Eg eri leiðari í Hugskotinum, og arbeiðið snýr seg í stóran mun um at gera tað lættari hjá fólki at fara frá hugskoti til veruleika. Vit arbeiða við ráðgeving, arbeiðskørmum og einum umhvørvi, sum byggir á vitanardeiling og netverk. Tað hevur stórt virði at vera í einum felagsskapi, har tú hittir onnur, sum eisini royna at byggja okkurt upp.

Tú hevur arbeitt við íverksetan síðani 2011. Hvat er broytt í Føroyum síðani tá?

Tað størsta er nokk hugburðsbroytingin. Tá eg byrjaði, var íverksetan ofta nakað, tú skuldi “forklára”, hví tú skuldi taka váða, og hví tú skuldi brúka tíð upp á at royna nakað nýtt. Í dag er tað nógv meira normaliserað. Meiri er tosað um nýskapan, vøkstur og altjóða møguleikar, og nógv fleiri eru tilvitað um, at vit eisini mugu skapa nýggjar vinnusúlur, um Føroyar skulu vera kappingarførar og haldførar. Síðani Hugskotið varð stovnað í 2014, hava fleiri enn 200 fyritøkur og verkætlanir havt innivist í Hugskotinum, og í miðal eru 30–40 íverksetarar og fyritøkur í umhvørvinum í senn. Umframt tað eru vit árliga í samband við upp ímóti 100 íverksetarar og fyritøkur sum leita sær ráðgeving og sparring. Tað sigur eisini nakað um, hvussu nógv rørir seg.

Um vit hyggja aftur á 2025 – hvat stendur klárast eftir?

2025 var eitt ár, har vit aftur sóu, hvussu nógv virði kann skapast, tá føroyskar fyritøkur megna at byggja upp tænastur, sum eisini eru kappingarførar uttanfyri landoddarnar. Ein serliga jalig hending var sølan av føroysku fintech-fyritøkuni FarPay, har Framtak fekk stórt avkast av íløguni. Tað sendir eitt sterkt signal um, at tað loysir seg at byggja upp í Føroyum – og at tað ber til at skapa exit-hendingar, sum styrkja alla vistskipanina.

Tit hava eisini Tonik, sum hevur vaksið nógv. Hvat er tað, Tonik kann?

Tonik er eitt av teimum tiltøkum, sum veruliga savnar nógv. Tað er ein ráðstevna, har tøkni og list ganga hond í hond – og har føroyska vistskipanin møtir altjóða netverki í serligum, listarligum og serføroyskum kørmum. Hugskotið skipar fyri Tonik saman við samstarvspørtum, og vit hava lagt dent á, at tað skal vera ein heildaruppliving, og ikki bara ein røð av framløgum. Og tað er bara hugaligt at síggja, hvussu tiltakið mennist ár fyri ár, og hvussu væl føroyska vinnan hevur tikið undir við ráðstevnuni. Tonik byrjaði sum eitt dirvisligt hugskot, og er nú vorðið ein fastur partur av føroyska nýskapanarárinum.

Og tit hyggja longu fram ímóti Tonik 2026?

Ja, og vit gleða okkum ordiliga. Vit arbeiða hvørt ár við at gera ráðstevnuna enn størri og betur. Í 2026 vilja vit gera tað enn lættari hjá útlendskum gestum at verða longri í Føroyum. Tí arbeiða vit við at leingja upplivingina í fleiri dagar. Ein serligur dagur fyri útlendskar gestir verður mikudagin 6. mai, síðani ætla vit at hava fleiri viðkomandi verkstovur og smærri tiltøk hósdagin 7. mai, og sjálv Tonik-ráðstevnan verður fríggjadagin 8. mai. Tað snýr seg um, at tá gestirnir fyrst koma, so skulu teir hava góðar grundir at verða verandi, tað er gott bæði fyri býin, tænastuvinnuna og nýggj samstørv

Ein av avbjóðingunum í Føroyum er ofta fíggingin. Hvar sært tú størsta tørvin, og hvat hava tit gjørt við tað?

Tað er serliga fíggingin í øllum teimum fyrstu stigunum. Vit hava fingið nógv betri umhvørvi, betri hugburð og fleiri dugnaligar íverksetarar. Men nógv góð hugskot støðga, tí fræ- og undanfræ-fíggingin er ov veik. Tað er eisini ein niðurstøða, sum ofta kemur fram, tá man lýsir føroysku nýskapanarvistskipanina. Tí hava vit arbeitt miðvíst við at fáa meira privat fígging inn í nýskapan, og her kemur FarBAN inn í myndina. FarBAN er eitt føroyskt vinnueinglanetverk, sum varð stovnað í apríl 2023 sum partur av NABAN-verkætlanini, sum NORA hevur stuðlað. Netverkið hevur yvir 60 limir og hevur longu verið við til at gera íløgur í fleiri føroyskar fyritøkur og eisini nakrar útlendskar. Tað er týdningarmikið, tí tað vísir, at váðafúsur kapitalur kann virka her – og at “cross-border” íløgur eisini kunnu gerast veruleiki.

Tú nevnir NABAN – hvat er tað fyri eitt samstarv?

NABAN stendur fyri North Atlantic Business Angel Network og snýr seg um at byggja brýr millum íleggjarar og vistskipanir í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Norðurnoregi. Tað er eitt verkætlanarsamstarv, sum millum annað arbeiðir við netverki og førleikamenning og hevur sum endamál at virkja fleiri vinnueinglar kring Norðatlantsøkið. Vit hava javnan online “crossborder” tiltøk, har limirnir fáa møguleika at hittast og læra hvør av øðrum, og at gera íløgur í verkætlanir tvørturum landamørk. Og tað er umráðandi at fáa fram, at NABAN er eitt projekt, sum hevur fingið stuðul frá NORA, sum júst arbeiðir fyri samstarvi og burðardyggari menning í Norðatlantsøkinum.

Tú nevnir ofta týdningin av einum depili – og at Sjóvinnuhúsið nærum av tilvild er vorðið eitt slíkt samlingsstað.

Ja, tað er eitt gott dømi um, hvussu synergi kann skapast, tá vit eru tætt saman. Í Sjóvinnuhúsinum sita fleiri partar av vistskipanini, og tað ger tað nógv lættari at arbeiða tvørtur um fak og geirar. Og tiltakið hjá okkum Tonik er eisini sprottið úr hesum umhvørvinum og er næstan ein ímynd av tí, at tøkni, kapitalur, skapandi vinnur og nýhugsan kunnu møtast í sama rúmi. Í størri høpi hevði eg ynskt, at Føroyar høvdu ein greiðari depil og eina greiða kós fyri gransking, menning og nýskapan, har vit savna vitan, fólk og fígging og gera tað lættari at flyta góð hugskot til marknað.

Hvat eigur at vera okkara næsta stóra átak, nú vit leggja 2025 aftur um okkum?

Vit mugu ráðfesta at gera tað, sum grannalondini hava gjørt, seta eina greiða, yvirskipaða kós um gransking, menning og nýskapan. Tað krevur strategi, og tað krevur, at fíggingin verður styrkt. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur m.a. víst á, at Føroyar hava tørv á eini heildarætlan og á skipanum, sum kunnu skunda undir nýskapan – eitt nú eina afturberingarskipan, eins og okkara grannalond, har nýskapandi fyritøkur fáa part av íløgunum endurgoldnar, so váðin verður lægri í byrjanini hjá teimum, ið menna nýggjar vørur og tænastur. Útlendskir íleggjarar, sum hava ætlað at sett í fyritøkur í Hugskotinum, hava bakkað út, tá ið teir frætta at vit ikki hava eina tílíka skipan í Føroyum. So tað er beinleiðis kappingaravlagandi fyri okkara íverksetaraumhvørvi, at vit ikki hava somu skipan sum okkara grannalond. Um vit vilja hava fleiri føroyskar suksesir, fleiri FarPay-søgur, so mugu vit gera tað lættari at byggja fyritøkur upp her heima. Tað snýr seg um fólk, um førleikar og um dirvi, men líka so nógv um at hava karmar, sum geva ein realistiskan møguleika at røkka langt.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

13 tímar síðan