Ein av leiðarunum í Hamas varð dripin í einum ísraelskum loftálopi í juli í gaza.
Tað sigur ísraelski herurin, skrivar Times of Israel.
Talan er um Mohammad Deif, sum var leiðarin av hernaðarligu greinini hjá Hamas.
Hamas er á listanum yvir yvirgangsfelagskapir hjá bæði á ES og USA.
Ísraelski herurin sigur, at landið innan seinastu tímarnir hevur fingið upplýsingar, sum hava váttað, at leiðarin er deyður.
Álopið hendi tann 13. Juli og var sambært Ísrael málrættað einum øki, har leiðarin fyri brigaduni hjá Hamas í Khan Younis, Rafa`a Salameh, eisini var til staðar.
Dagin eftir varð boðað frá at hann var dripin, men tá kundi ísraelski herurin ikki vátta, at hernaðarligi leiðarin eisini var deyður í álopinum.
Al Jazeera skrivar, at Hamas ikki hevur váttað andlátið.
Fyri stuttum kom fram, at hægsti politiski leiðarin í Hamas, Ismail Haniye, varð dripin í einum álopi í høvuðstaðnum í Iran, Teheran.