Silvurligan, kvinnur:
Føroyar - Ísland 3-0 (19-25, 18-25, 18-25)
Í seinasta mánaði sóu vit í venjingardystunum ímóti Íslandi, at Ísland hevði munin, og tað hevur Ísland framvegis, eftir at føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti í kvøld tapti 3-0 fyri grannunum fyri vestan. Tó var dysturin spældur í Luksemborg, sum er vertur í triðja og seinasta umfarinum í Silvurliguni.
Í løtum stóðu Føroyar Íslandi kurl, men samanumtikið vann Ísland tryggan 3-0 sigur.
Tað vóru tó Føroyar, sum løgdu fyri við at leggja seg á odda 4-1, men seks bóltar seinni var Ísland frammanfyri 7-4. Tann munurin vaks upp í 20-10 áðrenn Føroyar pyntaðu nakað um úrslitið av settinum, sum Ísland vann 25-19.
Føroyar løgdu seg aftur á odda í øðrum setti, 7-3, men næstu 10 bóltarnar vunnu Føroyar bara ein, og so gjørdist støðan 12-8 til Ísland.
Føroyar fótaðu sær tó aftur og javnaðu til 16-16, men eftir at Ísland hevði lagt seg á odda 19-18, setti Ísland propp í og vann teir næstu seks bóltarnar og settið 25-18.
Føroyar høvdu tó ikki mist mótið og fylgdu við til 13-13 í triðja setti. Men so kom skrædlið, tí við seks stigum á rað fór Ísland framum 19-13, og so var bara ein spurningur um tíð, til Ísland hevði vunnið 25-18.
Fyri Føroyar stóð Anja S. Danielsen fyri 9 stigum og Hanna A. Olsen fyri 7.
Sunnudagin kl. 16 spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini ímóti Luksemborg, sum í gjár tapti 3-2 fyri júst Íslandi.