Ongi úrslit

Ísland er í EM hálvfinaluni

Fyri fyrstu ferð í 16 ár hevur Ísland tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í hondbólti fyri menn

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 16:44

Tað er stórur íslendskur fagnaður í Malmø, í sjónvarpsstovuni hjá RUV og kring alt Ísland og millum íslendingar – eisini í Føroyum.

Í dag hevur Ísland tryggjað sær pláss í EM hálvfinaluni, sum fríggjadagin verður í Boxen í Herning.

Í dag vann Ísland 39-31 móti Slovenia eftir hálvleiksstøðuna 18-16.

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2010, at Ísland hevur vunnið seg í EM hálvfinaluna. Ta ferðina endaði tað við, at Ísland vann bronsu.

Í dag gekk tað javnt á, inntil fimm minuttir eftir steðgin, tá ið støðan var 20-19. Fimm minuttir seinni var støðan 25-20, og so var spurningurin bara, hvussu stórur íslendski sigurin fór at verða.

Um Ísland verður nummar eitt ella tvey í bólkinum valdast um, hvussu tað fer at ganga í hinum báðum dystunum. Tann fyrri verður klokkan 17 millum Kroatia og Ungarn, og tann seinni verður klokkan 19.30 millum Svøríki og Sveis.

Kroatia vinnur seg í hálvfinaluna, um tað eydnast at vinna móti Ungarn.

Møguleikin hjá Svøríki at spæla seg í hálvfinaluna er, at Ungarn fær stig móti Kroatia, og at Svøríki vinnur móti Sveis.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan