"Tung" og "oyðileggjandi" iransk álop móti Ísrael kunnu væntast innan fáar tímar.
Tað upplýsir iranska almenna sjónvarpið, sambært Reuters.
Bretland sendir nú fleiri hernaðarlig flogfør til Miðeystur – eisini stríðsflogfør.
Tað segði Keir Starmer, forsætisráðharri, leygardagin undir G7-toppfundinum í Kanada.
- Vit flyta tilfar til økið, eisini strìðsflogfør, og tað er til neyðstuðul í økinum, sigur Starmer.
Bretland hevur í forvegin stríðsflogfør stødd í Miðeystri, fyri at halda tamarhald á hóttanum frá Sýria og Irak.
Teheran boðar frá, at Iran fer at bumba enskar, amerikanskar og franskar kasernir, um vesturlond hjálpa Ísrael við at forða fyri iranskum hevndarálopum.