Ongi úrslit

Ikki rætta løtan at tosa um loysing

Tann 26. januar svaraði løgmaður einum fyrispurningi frá formanni Sambandsfloksins um ríkisfelagsskapin.

Helgi Abrahamsen løgtingsmaður fyri sambandsflokkin
1 tími síðan

Ein av spurningunum ljóðaði soleiðis: Eru eftirverandi flokkarnir í sokallaðu tjóðarsemjuni – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn – samdir um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?

Hesum svaraði løgmaður ikki, men vísti á tørvin á størri uttanríkispolitiskum heimildum og hugleiddi annars um hugtøkini “ríkisfelagsskapur” og “ríkjafelagsskapur”– uttan at nágreina, hvat hann sjálvur legði í hesi hugtøkini.  

Forkvinnan í Tjóðveldi hevur verið rættiliga greið um, hvat Tjóðveldi leggur í semjuna. Hjá teimum er eingin ivi um, at semja er um loysing. 

Hetta kann í nógvar mátar samanberast við støðuna sum vit sóu í Bretlandi fyri nøkrum árum síðani. Eitt uppøst rák fekk fólk at atkvøða fyri Brexit, og nú sita tey og iðra seg, tí avleiðingarnar vístu seg at vera nógv ógvusligari enn tey høvdu roknað við. 

Støðan í heiminum er broytt

Støðan í heiminum er nógv broytt bara teir seinastu mánaðirnar. Tað sum er hent í Grønlandi vísir enn einaferð, at tað sleppur eingin smátjóð at ráða einsamøll úti í Atlantshavinum. Grønland kann loysa frá Danmark um tey vilja, men har standa longu fleiri rovfuglar klárir at taka yvir, í somu løtu sum danir eru farnir, og eingin má halda, at hesir rovfuglarnir fara at geva grønlendingum somu treytir, sum Danmark gevur teimum í dag.

Føroyar eru ikki líka áhugaverdar geopolitiskt sum Grønland, men heilt uttan áhuga eru vit ikki.

Og mitt í øllum hesum hurlivasanum sita føroyskir flokkar í ramasta álvara og fyrireika seg til at seta verandi ríkisfelagsskap úr gildi. Her átti onkur klokka at ringt onkrastaðni. 


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður


Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

Í gjár kl. 11:41