Ongi úrslit

ICES-fundur á Havstovuni savnaði serfrøðingar úr fimm londum

Havstovan hýsti í farnu viku einum altjóða ICES-fundi við serfrøðingum úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Danmark og Týsklandi.

© Havstovan.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Á fundinum vórðu stovnsmetingar gjørdar av fleiri botnfiskastovnum í Norðvesturatlantshavi.

Havstovan skrivar á heimasíðuni, at arbeiðsbólkurin North Western Working Group (NWWG) arbeiðir undir ICES, sum er altjóða granskingarstovnurin fyri fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Á hesum fundinum vóru 20 serfrøðingar savnaðir á Havstovuni.

Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni, hevur verið forkvinna í arbeiðsbólkinum síðani 2024. Hon segði seg vera fegna um, at Havstovan fekk møguleika at hýsa fundinum.

Tilmælini koma í juni

Á fundinum verða stovnsmetingar gjørdar við tilfari frá bæði rannsóknartúrum og fiskiskapi. Eftir fundin verður eitt uppskot til tilmæli gjøgnumgingið, áðrenn endaliga ICES-ráðgevingin verður latin úr hondum. Ráðgevingin fyri teir 19 fiskastovnarnar í hesum umfari verður almannakunngjørd um miðjan juni.

Undir fundinum kom ein fiskimaður inn á Havstovuna við einum toski, sum var merktur í Grønlandi og fiskaður við Ísland av einum føroyskum fiskifari. Hetta vakti stóran áhuga millum granskararnar, tí fiskurin gevur týdningarmiklar upplýsingar um ferðing hjá toski millum ymisk havøki.

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

2. mai kl. 09:06